Lív komin heim at hjálpa StÍF

- Vit vænta, at hon kemur at styrkja munandi um hópin, sigur venjarin

StÍF hevur kunngjørt, at felagið hevur fingið tilgongd av føroyska landsliðsspælaranum Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen. Broytta reglugerðin við spælaraflytingum úr Danmark ger, at hon kann luttaka í steypakappingini.

StÍF er komið í hálvfinalu. Hetta hendi, tá ið liðið í gjár vann 32-18 ímóti H71 2. Kvinnuliðið hjá StÍF skal leika spæla hálvfinaludystir ímóti H71, ein heima og ein úti. StÍF hevur fleiri ferðir í hesum kappingarárinum loypt hvøkk á mótstøðulið. StÍF boðar frá, at greiða málið hjá StÍF at vinna hálvfinaluna og harvið koma í finaluna.

- StÍF fegnast um, at landsliðsleikarin Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen hevur valt at leika við StÍF í februar. Lív er 19 ára gomul, og spælir í løtuni við Herning-Ikast Håndbold. Hon flutti til Danmarkar í 2017 fyri at ganga á hondbóltsskúla. Lív hevur verið við til at vunnið danska meistaraheitið í U16, U17 og U19 í felagnum, skrivar StÍF.

Sum støðan er nú við krøvum viðv. flyting millum feløg, kann Lív spæla sín fyrsta dyst við StÍF seinna hálvfinaludystin ímóti H71. Um Lív S. Poulsen sigur Jón L. Rasmussen, venjari hjá kvinnuliðnum:

- Vit fegnast um at hava fingið Lív í felagið. Hon er ein skjótur høgri vongur, og hon er ein sterkur verjuleikari. Og vit vænta, at hon kemur at styrkja munandi um hópin, sigur Jón L. Rasmussen.

Sunnudagin 7. februar klokkan 15.00 spælir StÍF ímóti H71 á Skála. Leygardagin 13. februar klokkan 18.00 spælir StÍF ímóti H71 í Hoyvík.