Sunnudagin 21. august 2005 var fyrstu ferð at møtini hjá samkomuni Lívdini í Hoyvík, sum heldur til í Hoyvíkar Skúla, kundu hoyrast beinleiðis á heimasíðuni: www.livdin.fo
Talan er um tvey møtir sunnudag, tað fyrra byrjar kl. 10.30 og tað seinna kl. 12.
Í tíðindaskrivi frá Lívdini sigur Jógvan Zachariassen "Ynski okkara við hesi tænastu er, at menniskju skulu fáa møguleika at uppliva eitt møti beinleiðis heima hjá sær sjálvum. Tað eru mong, sum ikki kunnu koma á staðið sunnumorgun. Vit hugsa um trúboðarar, sum eru langt burtur; tey gomlu, sum ikki orka út, og menniskju, sum ikki koma nakrastaðni á møti ella kirkju. Bøn okkara er, at Harrin skal náa inn í hjørtuni á øllum menniskjum við náði og kærleika Sínum".