Níggju samdøgur eftir jarðskjálvtan og flóðalduna hava bjargingarlið í Japan funnið eina 80 ára gamla kvinnu og eitt ungfólk á lívi í húsaleivdunum í býnum Ishimaki. Býurin er í landnyrðingspartinum av landinum.
Sjónvarpið NHK sigur, at ungfólkið er 16 ár, men ikki, um tað er ein drongur ella ein genta.
Løgreglan í Ishimaki sigur, at bjargingarmenninir hoyrdu róp frá teimum báðum, og løtu seinnu vórðu tey bjargað. Sagt verður, at tey eru illa á holdum komin, men ikki í lívsvanda.
Enn vita myndugleikarnir ikki, hvussu mong mannalív jarðskjálvtin og flóðaldan kravdu. Almenna talið á deyðum er nú 8.133, men 12.272 eru ikki komin afturíaftur.