Lívið í einum ævigum bardaga

Hugleiðingar í sambandi við at tað 1. desember eru 75 ár síðani bátsvanlukkuna í Havsbøll og í sambandi við, at tað 20. desember verða hundrað ár síðani skakandi bátsvanlukkuna, tá ið eingilskur trolari sigldi svínoyarbát niður

Jóannes Hansen
----

Á heysti í 1966 gav J. Símun Hansen út Havið og vit 2. partur, sum hann nevndi Minniligir dagar. Tá var eg ellivu ára gamal, og tað hevði stórt árin at lesa um, hvussu forfedrarnir og tey, sum undan fóru, stríddust fyri at vinna til dagsins uppihald, og hvussu tað viðhvørt ikki gekk, sum tað var ætlað, og hvussu bygdir kendu ræðuleikan av at missa, og vív og konur kendu vónloysi ómált og pínuna ósagda, tí brostin var strongurin, sum eitt sinn til spæl var upp spentur, sum Petur Háberg yrkti í sambandi við vanlukkuna 1. desember 1937.
Hjá mongum okkara eru tað dagar og vikur og mánaðir og kanska ár ímillum, at vit eru á sjónum. Tað var annars sjógvurin, sum bant bygdir og oyggjar saman. Ólíka lagaligari var tað ofta at seta seg í bátin og verða fergaður upp á pláss í staðin fyri at leggja á fjøllini, tá ið dagurin var stuttur og geingið vánaligt.
Fyri seinna heimsbardaga vóru flestu mannfólkini skipsmenn og útróðrarmenn, og prísurin var høgur, sum havið tók fyri at geva fong.
Svínoy lá væl fyri til útróður, svínoyingur fiskaðu væl, og svínoyingar rindaðu nógv. Sjey bátar gingu burtur í knappliga áttati ára tíðarskeiðnum frá 1861 og fram til 1937, og 28 svínoyingar og menn, sum vóru í Svínoy, fingu í hesum tíðarskeiðnum váta grøv orsaka av bátsvanlukkum.

Fyri hundrað árum síðani
Um tríggjar vikur vera tað hundrað ár síðani, at fimm blaðungir svínoyingar sjólótust 20. desember 1912. Teir lógu og drógu 3-4 fjórðingar úr landi inni norðuri í Miðhavinum, tá ið ein Grimsby trolari sigldi teir niður. Tveir menn bjargaðust. Teir vóru Símun Jacobsen úti í Váli og Jógvan Olsen á Geilini. 16 ára gamli Niels Andreas Jensen var ein teirra, sum sjólætst. Símun Jacobsen átti tveir brøður, sum ikki komu aftur – 16 ára gamli Joen Jacob Jacobsen og 18 ára gamli Hans Jacob Jacobsen. Jógvan Olsen átti tveir brøður, sum ikki komu aftur – 19 ára gamli Hans Pauli Olsen og 25 ára gamli Óli Olsen.
Símun, Joen Jacob og Hans Jacob vóru brøður Edvard Jacobsen, Edvard í Svínoy, sum í bók síni, Minniligar hendingar, millum annað sigur soleiðis um henda dagin:
Vit vóru í skúla, og brádliga kemur ein trolari við fullari ferð og stevnir inn á Svínoyarvík. Fyrsta hann kom undan Nesinum, fór hann at ýla og ýldi allan vegin inneftir, til hann tók frá uttan fyri lendingina. Vit skiltu øll, at nakað álvarsamt var áfatt. Menn fóru umborð at vita, og eina løtu seinni sóu vit teir koma í land aftur, og ein teirra segnaði niður á helluna, sum hann græt...Eg minnist, hvussu omma lá niður á beinkin og græt. Tríggir beiggjar mínir vóru við bátinum...Hetta var eitt hart slag fyri alla bygdina og ikki minst fyri foreldur míni, sigur Edvard Jacobsen.
Systir Edvard, Ingrid Mellemgaard og maður hennara Henry, fluttu í 1960 úr Svínoy og til Havnar. Hon var ommusystir mín, og eg búði hjá teimum tvey ár, tá ið eg gekk í studentaskúla. Viðhvørt tosaðu hon og tey um hesa ræðuligu hendingina, sum í dagsins samfelag kennist so fjar og kám, men sum kortini bara er hundrað ár og 2-3 ættarlið burturi. Malla og Edvard plagdu at vera inni á gólvinum hjá teimum, tá ið tey vóru í Havn, og eisini hetta var nakað, sum knýtti tey saman.

Fyri 75 árum síðani
Í morgin, leygardagin 1. desember, eru 75 ár síðani bátsvanlukkuna í Havsbøll. Fýra menn – tríggir svínoyingar og ein klaksvíkingur – fórust í syndarligu vanlukkuni, sum so ofta hevur verið umrødd.
Britons Pride var henda mikudagin farin av Klaksvík og suður til Havnar. Eftir at hava verið aftur á Klaksvík, fór Pride norður í Hvannasund. Tríggir svínoyingar vóru við. Teir vildu fegnir sleppa til hús, og eftir at teir høvdu lænt bát í Sundi, fór Pride út undir Svónoynna.
Veðrið var heldur ólagaligt, og vestfallið var uppkomið. Ætlanin var at seta svínoyingarnar á land í Kleyvini, og teir fóru í bátin. Streymurin tók bátin ímóti íðuni Havsbøll, og í skýmingini tók Pride bátin upp á sleip fyri so at siga at koma upp á pláss aftur. Tá var tað, at báturin skrædnaði. Tað eydnaðist sundamanninum, sum var í bátinum, at sleppa upp á Pride aftur, meðan hinir fýra sjólótust.
Klaksvíkingurin var 20 ára gamli Godtfred Matras. Svínoyingarnir vóru 45 ára gamli Tummas Jacobsen á Rókini, 30 ára gamli Rasmus Heinesen Har Heimi og 41 ára gamli Jóannes Hansen úti í Váli. Jóannes var skipari á sluppini Haraldi, Rasmus plagdi at vera bestimaður hjá honum, og Tummas var kokkur við Haraldi.
Pápi mín, Karsten Hansen, sum var 80 ára gamal, tá ið hann doyði í 2001, vaks upp í Svínoy, og onkuntíð segði hann okkum sína uppliving av hesum degnum í morgin fyri 75 árum síðani, tá ið hann var 17 ára gamal. Kona Jóannes úti í Váli, Birita, var mostur pápa. Henda dagin bað hon Karsten og Jóan Paula Hansen, sum var yngsti beiggi Jóannesar og besti ungdómsvinur Karsten í Svínoy, fara ímóti Jóannesi og hinum svínoyingunum. Jóannes hevði nógva máling í viðføri, og teir skuldu hjálpa honum at bera fitta teinin úr Kleyvini og heim í bygdina.
Teir bíðaðu, og tað tók at skýma og gjørdist myrkt, men tað sást einki til Pride. Tá ið teir komu heim aftur í bygdina, vóru boð komin úr Sundi og út til Svínoyar um, hvussu støðan var.
Rímuligt var hetta ein øgiligur skelkur. Mamma mín, Ragnhild, var tá 10 ára gomul. Hon hevur so ofta sagt, at hon saman við Petru, skyldkonuni, sum var systir Rasmus Olsen í Sjóvinnubankanum, sat inni hjá ommu Petru, sum var gomul og blind og seingjarliggjandi úti á Bø. Øll bygdin var upptikin av, hvussu tað mundi vera við Pride. Tá ein menningartarnaður maður kom út á Bø, og Petra spurdi, um hann visti nakað frá Pride, var tað sjálvandi ógvusligur skelkur, tá ið hann svaraði, at báturin var farin um, og allir vóru deyðir!
Sjálvandi var skelkurin serliga stórur og meinur hjá familjunum. Tummas og Rasmus vóru ógiftir. Birita og Jóannes áttu fimm børn. Ein doyði sum smádrongur, og Birita og tey fýra børnini fluttu ikki so nógv seinni til Klaksvíkar.

Sangurin
Í hesi vikuni fyri 75 árum síðani vóru samfelagsmøtir í Ebenezer. Jóannes úti í Váli var á møtunum. Hann var vanur at bera orðið fram í lítlu brøðrasamkomuni í Svínoy, og hann hevði orðið á samfelagsmøtunum. Tá ið tíðindini um syndarligu vanlukkuna bórust, mintust tey, sum høvdu verið á møtinum, tá ið Jóannes hevði havt orðið, at hann hevði tikið til, at eitt er heilt vist, at á samfelagsmøtunum næsta ár sita vit ikki øll her.
Ein av teimum, sum hevði hoyrt Jóannes bera orðið fram í Ebenezer, var Petur W. Háberg, sum tá var 23 ára gamal. Beinanvegin eftir vanlukkuna yrkti hann hesa yrkingina, sum var at lesa í Dagblaðnum:

Á tú sorgbundna sál, tú, hvørs leið varð so løgd,
at hon ber gjøgnum skýmligan dal!
Er títt vónloysi ómált, tín pína ósøgd,
brostin strongur, sum eitt sinni til spæl
var upp spentur, og brennur enn eygað á tær
eftir grát, eftir svøvnleysa nátt –
hygg tá upp, upp um fjøllini – Kongurin har,
missir hann sína megi, sín mátt!

Tað, sum ísakalt vatn er til tystandi hjørt,
er hans æviga lyfti til tín;
burt fer stúran og sorg, burt fer náttin so svørt -:
Óttast ei, Jákups ætt, tú ert mín!
Kann ein móðir enn gloyma sítt bróstabarn her,
aldri, aldri mítt barn gloymi eg;
hygg, í hendurnar mínar tú teknaður er –
sál, er hetta ei nokk fyri teg?
P. W. Háberg
Longu í somu viku, sum yrkingin var í bløðunum, læt Jens Guttesen hana í yndisliga lagið, sum síðani hevur verið brúkt til sangin.
Í einari Cantabile sending í útvarpinum hjá Kringvarpinum fyri stuttum spældi Eyðun á Lakjuni henda sangin. Tá helt hann fyri, at yrkingin saman við lagnum boða frá, at teir báðir, Petur og Jens, vóru tátíðar Lennon/McCarthney!

Minningarhaldini
Vit eiga øll í okkara familjum og ættum onkran, sum er farin á sjónum. Tí kennist tað so viðkomandi og bærligt, at vit alla halgannadag á hvørjum ári steðga á og minnast teir, sum fóru og ikki bóru boð í bý.
J. Símun Hansen tekur soleiðis til um sambandið millum føroyingar og sjógvin og um støðuga stríðið og bardagan, ið gekk fyri seg:
Hetta er søgan um eitt lív í ævigum bardaga, um eina náttúru, sum ongantíð helmaði í at bjóða av, sum endurtók avbjóðingina til hvørt einasta ættarlið í túsund ár. Men hon skapaði eisini fólkið, gjørdi tað skikkað at byggja eitt so kargt land og røkja eitt so vandafult hav; hon gav tí skil og styrki, treystleika og dirvi....
Gekst væl, gekst illa, takkarsongin gloymdu teir ikki; tað, sum kom av sjónum, var ein Guds gáva, og hana mátti takkast fyri. Tá ið teir løgdu frá landi, góvu teir seg í Guds hendur, ikki bert seg sjálvan, men eisini bátin.
Tíðin stendur ikki í stað...Tær nýggju ættirnar kenna seg minni heftar av tí bygdafelagsskapi, sum var ein treyt fyri gamla bygdasamfelagnum, tær eru meira einstaklingar, og teimum dámar betur at sita í sjálvdrátti.
Soleiðis skrivaði J. Símun Hansen fyri knappliga hálvari øld síðani, og tað takka vit honum fyri.
Um lív og lagnu hjá teimum, sum fórust fyri hundrað og fyri 75 árum síðani og allar hinar, sum fingu váta grøv í Svínoy og Norðoyggjum og allar aðrar staðir kring landið og teirra eftirkomarar – og tað eru vit øll – kunnu vit bara taka undir við Øssuri Berghamar, tá ið hann yrkir (hann hevur sjálvur sett meistarligt lag til hesa føgru yrkingina):

1.Tað er so ymiskt sum lív várt er lagað,
stundum vit leika og læa sum børn.
Beiskleikar lívsins viðhvørt okkum ræða,
skýggini myrku tey boða frá ódn.
Signingarríkt, at ein lærdi at kenna
hann, sum við orði í ódn skapti logn.
Og, tá ið álvarans spurningar brenna,
eingin er størri og dýrari ogn.

2.Skiftandi streymar um lívsleiðir reka.
Brotini stundum so leikaðu á,
skip várt varð løstað – vit fingu ein leka,
bønin sum neyðarróp steig okkum frá.
Men tá ið ódnin á náttini longu
tóktist at taka burt megi og mátt,
sást hann at koma á bylgjum til gongu.
Skip várt varð bjargað – og horvin var nátt.

3.Frelsari, kom tú og tak um mítt róður,
loðsur tú ver mær og set mína kós.
Tú hevur verið mær vinur so góður.
Orð títt á leið míni lykt er og ljós.
Rødd tín, hon talar, og stormarnir lúta –
hómast í havsbrúnni land fyri stavn –
fram móti Himli so siglir mín skúta
inn í ta ljósu og ævigu havn.
Øssur Berghamar
------


Bátsvanlukkur í Svínoy 1861-1937
4. desember 1861 á handilsferð í Sundi 6 menn
30. juli 1877 á útróðri í Miðhavi 3 menn
25. september 1884 á handilsferð í Klaksvík 2 menn
16. apríl 1892 á handilsferð í Klaksvík 2 menn
20. desember 1912 á útróðri í Miðhavi 5 menn
13. desember 1913 á útróðri norðan fyri Høvdan 6 menn
1. desember 1937 út fyri Havsbøll 4 menn