Merkisdagur

- Lívið er, sum tað verður givið einum. Og vit hava havt eitt ríkt lív.

Hjúnini Herborg og Torkil Strøm í Vági, hava ein merkisdag mánadagin. Tá hava tey nevniliga verið gift í heili 65 ár og kunnu sostatt halda krúndiamantbrúdleyp og tað er ikki øllum beskorið, verri enn so.

Tey bæði vórðu gift í Vágs Kirkju 18. februar í 1937, tað var í gomlu kirkjuni í Vági í teimum døgum, tá ið hon stóð á Kirkjukletti. Tá var Bang Jensen prestur í Vági.

Og nú 88 ára gamli Torkil og 84 ára gamla Herborg halda hendan stóra dagin mánadagin saman við næstringum sínum, eru tað eini eydnusom og væl nøgd hjún, sum líta aftur um bak.

-Vit hava havt eitt gott lív, spard fyri mótrburð og sorgir av týdningi og ongantíð verið arbeiðsleys og tað er nógv at vera takksom fyri eftir eitt langt lív.

Herborg var fødd 11.juni 1917 í Øravík, hon var dóttir Jóan Petur Mortensen og Hansinu f. Hansen úr Tórshavn. Tey búðu í Mýruni í Øravík og har vaks mamma upp. Hon var tann sjeynda í røðini av tíggju systkum.

Torkil er føddur í Vági 28. juli 1913. Foreldur hansara vóru Niels Petur Strøm, timburmeistari og Maria f. Hjelm, hann var frá Kráir og hon av Løðhamri og har vaks hann upp sum miðlingabeiggi ímillum ein eldri bróður og eina yngri systir.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>

Torkil var timburmaður og smíðaði í nógv ár, bæði í Grønlandi, har hann var við til at gera sjómansheimið í Føroyingahavnini í 1937 og eftir kríggið, eisini í Íslandi.<o:p></o:p>

Men mest hevur hann arbeitt heima. Bæði sum timburmaður, men hann koyrdi eisini lastbil, eitt nú koyrdi hann í eitt áramál oljubil fyri Esso, sum seinni varð til Statoil.<o:p></o:p>

-Fyrsta lastbilin keypti eg í 1947. Tað var ein Bedford minnist Torkil.<o:p></o:p>

Hann sigur, at tá á døgum skuldi ein hava loyvi frá kommununi fyri at kunna keypa lastbil og bilar, sum tóku meir enn 1,5 tons, varð ikki loyvi at keypa.<o:p></o:p>

- Í dag eru taka bilarnir 40-50 tons, men vegirnir eru at kalla teir somu, bara við asfalti omaná?.<o:p></o:p>

Herborg hevur eisini arbeitt. Hon hevði egið virki, sum als ikki var vanligt hjá konufólki tá á døgum. Hon hevði vaskarí, har hon vaskaði fyri fólk úr allari oynni. <o:p></o:p>

Men tá ið hvør hús fekk vaskimaskinu, fór tað arbeiðið at minka, tó at tað enn var nógv at gera, tí enn var sumt, sum fólk helst vildu sleppa undan at vaska sjálvi. <o:p></o:p>

Herborg og Torkil eiga fimm børn: Tórgir, ið býr í Porkeri, Maritu og Jonhild, ið búgva niðri, Hans Paula, ið býr í Vestmanna og Mariu, ið býr í Havn.<o:p></o:p>

Av frítíðarítrivum hevur hevur sangurin verið frammaliga, tí bæði havatey sungið í kirkjukórinum, Ljómi, í nógv ár.<o:p></o:p>

Annars hevur Torkil mála og mangar eru tær stovur, sum er prýdd við onkrari av hansara myndum.<o:p></o:p>

Tað vóru landsløg hann málaði og evnini til góðar myndir tróta ikki í Suðuroynni, sigur hann: Og hóast komin upp í árini, trívir hann enn í pensilin av av á.<o:p></o:p>

<o:p></o:p>

<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
<o:p></o:p>