"Noatun" frá 1938 er ivaleyst tann mest jarðbundna av skaldsøgunum hjá Williami Heinesen, við minni av mytu og meira av realismu enn hinar bøkurnar. Baksýnið og partur av íblástrinum eru niðursetubygdirnar frá 19. øld og traðalógin frá 1894 og seinni. Nú var endiliga ein møguleiki hjá ognarleysum at bróta upp úr nýggjum og á tann hátt gerast - um ikki akkurát bøndur, so í hvussu er traðarmenn. Eitt bæði kærkomið og neyðugt íkast aftrat útróðrinum og skipsfiskiskapinum.
Ætlanin var, at William Heinesen og Heðin Brú skuldu skriva annaðhvørt kapittul, men Heðin Brú hevði so nógv um at vera, at hann ikki setti penn á blað. Kortini var hann góður í ávikum og mundi frá sínum ferðum sum landbúnaðarráðgevi kenna land og fólk betur enn mangur annar. Tá ið William Heinesen - einsamallur - hevði skrivað "Noatun", bjóðaði hann Heðini Brú at standa sum medhøvundur, men tað vildi hesin ikki. Helt seg ikki hava uppiborið tað.
Sperdur bóndi
Lagt verður fyri við at sýna lesaranum eina ræðandi náttúru, sum tykist kveikt við lívi og hvørs ætlan er at týna tey mannabørnini, sum hava vágað at sett búgv í Deyðamannadali - ella Nóatún, sum skúlalærarin nevnir tað nýggja býlið. Fyrsta hendingin, sagt verður frá, er omanlop á nátt, har ein stórur steinur fer ígjøgnum skjøldurin á einum av teimum nýbygdu húsunum og knúsar songina. Lukkutíð er eingin inni, men tilburðurin fær nøkur av niðursetufólkunum at rýma úr dalinum. Náttúran er ræðandi og setur mark fyri hvussu og nær, men aftrat henni koma illviljaðir bøndur og sakførarar - og so fátæktin.
Nøkur so serlig hendingagongd - ella plot - er ikki í "Noatun". Skaldsøgan ger mest burtur úr at lýsa viðurskiftini ímillum niðursetufólkini, meðan tey stríðast fyri at skapa livilig kor á tí nýggja búplássinum. Frásagnartíðin er umleið tvey ár. Lagt verður fyri í miðjum september, tá ið menninir koma aftur úr Íslandi, og móti endanum sigur Sigvard bóndi við Niels Petur, sum er oddamaður hjá nóatúningum, at tey hava búð í Deyðamannadali í sløk tvey ár, og fýra fólk eru deyð hesa tíðina. At Sigvard bóndi ikki er fegin um traðalógina sæst av, at hann brúkar tað gamla, óhugnaliga navnið um búplássið, og at hann dregur fram, hvussu nógv eru deyð.
Hvussu kroystan Sigvard bóndi kennir seg av nýggju tíðini sæst av svarinum til Niels Petur, tá ið hesin vil vita, um bóndin ætlar at reka niðursetufólkini úr dalinum:
"Jeg? Ak, Gud hjælpe os, Niels Peter, hvad kan det nytte at jeg vil noget? Det er ikke min vilje, der råder. Det er de høje herrer i godsbestyrelsen og staten. De har åbenbart rottet sig sammen om at gøre os bønder overflødige - vi, der er kernen af folket, vi der har holdt de gamle, gode sæder og skikke og kæmpeviserne og kulturen i hævd!"
Tað drýpur av særdari sjálvkenslu úr orðunum hjá Sigvardi bónda. Hann gerst umboð fyri tann í øldir næstan altvaldandi bóndan, sum knappliga følir seg afturútsigldan og ørkymlaður ikki rættiliga veit, hví og hvussu hetta er komið í. Haraldur bóndi í "Blæsende Gry" var í somu støðu, og hann og húskið fingu eina syndarliga lagnu. (Annars snýr "Tað stóra takið" hjá tí ætlaða medhøvundanum, Heðini Brú, seg nettupp um hetta umskiftið í føroyska samfelagnum).
Drápsmaður í Nóatúnum
Frásøgnin í "Noatun" fer mótsett "Blæsende Gry" beint í krovið á hendingunum: never a dull moment. Har "Blæsende Gry" er á tremur av orðaskiftum um lívsáskoðan og trúgv, vísir "Noatun" yvirhøvur bara, hvat ið fólk í roynd og veru gera. Tað eru ikki orðini, tað ræður um, men gerðirnar.
Hóast intrigan ikki er tann mesta, so er bókin kortini hendingarík. Ein ung, viðbrekin kvinna missir mannin, knappliga kemur beiggi hansara, sum hevur verið burturi í útlondum í mong Harrans ár og vil búgva í nýggju bygdini. Niels Petur, hevur siglt við honum fyri mongum árum síðani, og tá ið tað haraftrat vísir seg, at hann hevur nóg mikið av peningi, so halda fleiri, at tað er lagamanni. Pengarnir blíva eisini í fittan mun brúktir til frama fyri bygdina.
Ein kvinna syndast kortini inn á, at hann flytir saman við einkjuni, men tað er mest øvund, og sama kvinnan stingur síðani av til eitt av stórplássunum, so hon kann fáa eitt stuttligari lív. Seinni, tá ið stuttleikin er av, gerst hon limur í Frelsunarherinum. Maðurin við pengunum vísir seg at vera bæði dráps- og ránsmaður og verður handtikin av sýslumanninum, men ávegis um tað vandamiklu rásina um fjallið eydnast tað honum at koppa seg á sjógv. Átta dagar seinni verður hann funnin druknaður.
Nú kemur ein ring tíð fyri bygdina, mótburðurin er stórur og glottarnir fáir, men Niels Petur og hini halda treisk áfram at stríðast, tí tey síggja sær onga aðra leið. Við søgulok tykjast tey at vera komin ein fittan tein, og tað er skaldsøguni líkt, at hon endar við gráti frá einum nýføðingi: "Inde fra huset lød der en spæd, men ilter gråd". Lív og deyði rætta hvørjum øðrum hondina.
Puntutur handilsmaður
Serskøltar og løgnir sniglar tróta heldur ikki fullkomiliga, hóast tað er minni av hesum slagnum enn í skaldskapinum annars. Mikkjal Hestahopp er ein av hesum, stuttur og breiður og loðin, tað er líkasum hann er settur saman av tveimum ella fleiri avskornum monnum. Mikkjal er innanhokin og tolir illa, at tú sigur nakað við hann, og bæði í útsjónd og lyndi er hann ikki ólíkur Krabbakonginum í "De fortabte Spillemænd".
Er onkur í skaldskapinum hjá Williami Heinesen í puntutum klæðum, so er okkurt ivasamt við viðkomandi. Soleiðis er eisini í hesum føri. Óli Ørnberg gongur í puntutum ríðibuksum og hevur nógvar ætlanir um stórt ríkidømi - helst uttan stríð og strev. Hann er farin á húsagang, hevur ringt orð á sær millum handilsfólk og er tískil endaður sum niðursetumaður í Nóatún, men hevur ikki bindindi at støðast og ferðast mest ímillum. Ein av ætlanum hansara er at leita eftir vrakinum av skipinum "Jernvaagen", sum skal liggja í Skipaurðini. Her verður greidliga sipað til "Norske Løve", sum fórst í Lamba nýggjársaftan 1707, og sum menn fleiri ferðir hava leitað eftir. Vísan "Norske Løve" verður eisini kvøðin av nóatúningum.
Ein meira professionelt ivasamur maður er Didriksen sakførari. Hann er í øllum pørtum og ongum, bara hann fær pengar fyri tað. Tá ið avtornar er hann einans í egnum parti, og tað stendur monnum - eisini sýslumanninum - dýrt at koma í hóslag við hann. Hetta slagið av sjálvsøknum og samvitskuleysum sakførara gongur aftur í øllum skaldskapinum, og so eru flestir teirra eisini konslar - aloftast portugisiskir!
Onkustaðni í Eysturoynni
Bygdina Nóatún hevur høvundurin smíðað, men hann hevur felt hana væl og virðiliga inn í tann føroyska veruleikan fyrst í 30'unum. Spanska sjúkan verður nevnd, handlar fara á heysin og verulig nøvn verða brúkt. Einaferð liggur postbáturin og høggur út fyri Veðranesi, meðan staðarnøvnini annars í høvuðsheitum eru broytt: Eysturvág er greidliga Havnin - soleiðis verður hon eisini kallað í "Den sorte Gryde" - meðan Stórifjørður og Kyrruvík kundu verið Skálafjørðurin og ein av bygdunum har. Nóatún er so ein íspunnin bygd norðast á Eysturoynni, horvandi í ein landnyrðing, sum er tann ætt, ið gevur mesta brimið.
Nøvn og støð eru altso verulig og íspunnin hvørt um annað, meðan lýsingin av samfelagnum er so neyv, at eg bara kann koma í tankar um "Fiskimenn" eftir Martin Joensen sum verandi á sama støði. Einastaðni í "Noatun" fær ein manning avrokning frá keypmanninum, og sum vant er lítið og lætt eftir hjá teimum flestu, og hjá einum ungum drongi hevur gentan keypt dúgliga upp á hann, meðan hann hevur verið burturi. Myndin kundi verið tikin mitt úr "Fiskimonnum".
Kollektiv skaldsøga við høvuðspersóni?
Á annan bógvin er "Noatun" mitt úr berginum brotin sum kollektiv skaldsøga, meðan Niels Petur á hin bógvin hevur ein óvanliga stóran leiklut. Hann er undangongumaðurin, og mangan fylgir lesarin honum, men ikki fyrr enn móti endanum fáa vit at vita, hvussu hann sær út. Útsjóndin hjá øllum øðrum verður lýst, tá ið tey koma fyri, meðan Niels Petur sær seg sjálvan í hotellspeglinum: "en mager og vejrbidt mand med tætstudset, stridt skæg". Enska útgávan frá 1939 velur at kalla bókina: "Niels Peter. A Chronicle of the Faroes", men her verður - haldi eg - gjørt ov nógv av, tó at valið er skiljandi.
Tað er nevniliga so, at hóast "Noatun" er kollektiv skaldsøga, so er søgugongdin líkasum í menningarskaldsøguni tríbýtt, og í henni varð denturin lagdur á einstaklingin. Tað klassiska mynstrið heima - úti - heima verður í øðrum líki endurtikið í "Noatun". Inngangurin sigur frá støðuni, og enn eru allir møguleikar ikki troyttir. Miðparturin er bardagi og nær upp undir týning, meðan nóatúningarnir í triðja parti vinna á mótburðinum og eru betur fyri enn nakrantíð áður. Hetta tríbýtið er ikki stórt øðrvísi enn tað klassiska, og tey heiti, sum tú kanst seta á uppbýtingina av "Noatun", stillstøða - bardagi - sigur, kunnu eisini brúkast um menningarskaldsøguna:
1) stillstøða merkt av óvissu, hvat hevur framtíðin í hond? 2) bardagi er komin í staðin fyri stillstøðu, og tað lívsneyðuga í at vera virkin á mongum økjum tvingar fleiri ferðir persónarnar út á eggina, og viðhvørt eru teir við at geva skarvin yvir; 3) sigur, búnaðir og mentir koma teir út hinumegin.
Í eini rættari realistiskari - fyri ikki at tala um naturalistiskari - skaldsøgu høvdu nóatúningarnir valla vunnið á øllum mótburðinum, men vóru ivaleyst týndir ella rýmdir. Støðan tykist ov vónleys. Men hetta fær høvundurin seg ikki at gera, og hann letur tí fleiri ferðir hjálp koma uttanífrá. Tað tykist eins og høvundurin ikki nennar, at hesi fátæku fólkini skulu líða meiri enn neyðugt er. Tað skal ganga framá. Í støðum fær hendan hjálpin, sum kemur í evstu løtu og viðhvørt er nærum ófatilig, lesaran at hugsa um "Loyndarfullu oynna" eftir Jules Verne, har tað eisini
tyktist sum um manngóðar vættrar vóru uppií.
"Fiskerne" og "Noatun"
Í samrøðu fortelur William Heinesen, hvønn týdning Hans Kirk hevði fyri hann: "Hann koma at týða nógv fyri meg. Eg var undir ávirkan av hansara sosialu sjónarmiðum, og skaldsøgan Noatun er jú stórliga ávirkað av Fiskerne hjá Kirk, hóast søgugongdin í skaldsøgunum báðum er heilt ymisk. Útróðrarmenninir hjá Kirk flyta frá tí ótýdliga Norðsjónum til tann friðarliga fjørðin, hvørs umhvørvi teir so ávirka við teirra radikala og ómilda kristindómi. Hjá mær eru tað fátæk fólk frá einum lutfalsliga siviliseraðum samfelag, sum flyta til ein fulkomiliga illfýsnan og fátæksligan dal. Tað er altso tað tvørt øvuta, sum hendir".
Í "Noatun" hevur átrúnaður - ella politikkur fyri tað - ongan týðandi leiklut. Fólk eru trúgvandi, og tey hava teirra vanar, men trúgvin setir á ongan hátt fót fyri ætlanini um at gera dalin liviligan.
"Noatun" er ein fagnan av arbeiðnum, av stríðnum sum fyritreyt fyri einari heiðurligari tilveru. Bæði Óli Ørnberg og Didriksen sakførari ganga aðrar leiðir. Hjá Óla Ørnberg gongur tað afturá bæði peningaliga og moralskt, líka til hann fremur beinleiðis stuldur og hvørvur úr søguni. Didriksen sakførari vinnur sær við sínum "stuldri" bæði ríkidømi og vald. Hvørgin snultarin er nakað verdur, og munurin á teimum er bara tann, at tað lukkast hjá øðrum og ikki hjá hinum!
"Fiskerne" lýsir í stuttum ta søguligu gongdina frá eini tilveru, har náttúran setir treytirnar til eitt materielt støði, har menniskjað setir treytirnar. Soleiðis er ikki í "Noatun". Teir kunnu fáa sær maskinbát, byggja vita og lending, alt ger mun, men náttúran ger framhaldandi av, hvussu leikur fer. Í Føroyum er hetta partur av tilvitskuni, við Limfjørðin kanst tú loyva tær at gloyma tað.
Náttúra og mentan
Umframt at skaldsøgurnar báðar eru kollektiv skaldsøgur við einari sosialari ætlan, so eru tær ógvuliga ymiskar. Men mótsetningurin millum at arbeiða og ikki at arbeiða kemur fyri í báðum bókunum, og aftan fyri hendan hómast ein normativur mótsetningur ímillum náttúru og mentan. Útróðrarmenninir í "Fiskerne" og niðursetufólkini í "Noatun" umboða náttúruna, meðan mótstøðufólkini hjá teimum umboða eina gagnleysa mentan, har ríkidømi og fyrimunir ikki eru vunnir við arbeiði, men við ymiskum tiltøkum og arvi.
Russiski bókmentafrøðingurin Bakhtin skrivar í bókini "Rabelais and His World", at deyðin er ikki ein noktan av lívinum sum so - vit tosa ikki um einstaklingin - men tvørturímóti ein partur av lívinum sum heild - ein partur, sum vit ikki kunnu vera fyriuttan, treytin fyri at lívið verður endurnýggjað og yngt. Deyðin er umfataður av lívinum og avger saman við føðingini ta ævigu rørsluna. Við orðunum hjá Bakhtin: "Føðing-deyði, deyði-føðing, tað eru lívsins staklutir".
Hetta sampakkar ógvuliga væl við skaldskapin hjá Williami Heinesen. Eg havi nevnt barnagrátin, sum skaldsøgan endar við, og ein av nóatúningunum doyr, tá ið hann bjargar einum øðrum, og hartil koma tríggjar føðingar og fleiri andlát. Í greinini um "Blæsende Gry" varð nevnt, at lív og deyði í heilum verða sett upp ímóti hvørjum øðrum, og at brúdleypið í skaldskapinum hjá Williami Heinesen er eitt lívssymbol. Í "Noatun" verða hesi symbol næstan ítøkilig. Ávegis aftur til Nóatún villist Niels Petur í kavaroksódn á fjøllunum, og tað er tað tætt uppundir, at hann letur lív. Men so gongur hann seg fram á eitt brúdleyp í eini grannabygd, fær nakrar snapsir, dansar seg heitan og bjargar lívinum. Týðiligari kann tað valla sigast.
Niðurløga
Niels Petur er bóndasonur, men hevur onga jørð arvað, og øll hansara stremban er vend ímóti at gerast bóndi, hóast bøndurnir samfelagsliga eru vorðnir eftirbátar. Gongdin í skaldsøguni - tað verður bygdur viti í Nóatúnum og Niels Petur skal passa hann - hevur við sær, at hann verður ikki bóndi, men starvsmaður. Í dag høvdu vit kanska sagt løntakari.
Eitt er, at viti og lending bera boð um betri tíðir í nýggju bygdini, og fleiri fólk ætla at flyta hagar, men hyggja vit nærri at teimum positivu fyribrigdunum, so er útsøgnin ikki so eintýðug. Viti og lending eru sjálvsagt veruleiki, men vegasamband fer bygdin ikki at fáa í bræði. Hartil er bygdin avbyrgd, tilveran strævin, og tað fær einahelst tær ungu genturnar at leingjast burtur, og tær koma ikki aftur. Ætlandi fara teir ungu menninir aftan á gentunum, onkur er longu farin út í verðina, og tað nýggja fólkið er at kalla alt haldfólk. Framtíðin kemur neyvan av sær sjálvari.