##med2##
Ideologiskt er langt ímillum tey, Rigmor Dam, løgtingskvinnu og fyrrverandi landsstýriskvinnu í mentamálum hjá Javnaðarflokkinum og spíðskandidatin hjá Fólkaflokkinum, Christian Andreasen.
Tað kom týðiligt fram tá tey seinnapartin kjakaðust á FM1. Vertur var Árni Gregersen, journalistur.
Ríkisrættarliga var tó ikki so langt millum Rigmor Dam og Christian Andreasen, og Rigmor Dam heldur, at á tí økinum er møguligt hjá Javnaðarflokkinum at samstarva við Fólkaflokkin.