Lívligt útimøti, sum í 70’unum

Samkomurnar, sum í 70'unum høvdu lívlig útimøti við sangi og tónleiki, skipa fyri konsert og sangløtu í Tórsgøtu sunnudagin fyri ólavsøku

Endamálið er at endurskapa tey lívligu útimøti, sum vóru á Vaglinum og miðbýnum annars í 1970'unum.


Heitið á konsertini er ”Kasta breyð títt út á vatnið..”, sum er tikið úr Prædikaranum 11, 1: "Kasta breyð títt út á vatnið, tí tú fært tað aftur um so long tíð gongur!"


Breyðið, sum tey kastaðu á vatnið í 70'unum kemur nú aftur sum ein felags konsert og hugnalig sangløta fyri øll.


Victor Carlsen, sum sjálvur var ein teirra, samskipar tiltakið fyri 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu.


Tey luttakandi eru úr samkomunum, sum í 70'unum høvdu lívligu útimøtini við sangi og tónleiki. Teirra millum eru Hvítusunnusamkoman, Brøðrasamkoman, Meinigheitshúsið og Frelsunarherurin.