- Hetta er lívsfarligt fyri Klaksvík.
So avgjørd er Gunvá við Keldu, býráðslimur og fyrrverandi borgarstjóri, í Klaksvík, um ætlanina hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóri at røkja starvið sum tingmaður afturat starvinum sum borgarstjóri.
- Eg stúri fyri, at hetta endar við, at hann fer at sleppa einum parti av ábyrgdini sum borgarstjóri í Klaksvík, og lata hana upp í hendurnar á varaborgarstjóanum, fyri at kunna røkja tingsessin.
- Hendir tað, er tað lívsfarligt fyri hesa kommununa.
Gunvá við Keldu sigur, at tað kemur ikki av ongum, at hon stúrir, tí hon hevur verið borgarstjóri og veit, hvussu stór arbeiðsbyrðan er.
Hon segði, at tá ið hon var borgarstjóri, varð eisini heitt á hana um at stilla upp til Løgtingið. Men tað vildi hon ikki, tí eftir hennara tykki ber ikki til bæði at røkja eitt starv sum løgtingslimur og eitt starv sum borgarstjóri í Klaksvík.
- Klaksvíkar Kommuna hevur brúk fyri eini sterkari leiðslu, tí søgan hevur víst okkum, at tað er eitt stríð hvønn einasta dag. Tí mugu vit hava eina leiðslu, sum røkir sítt starv til fulnar og tað ber ikki til í tveimum størvum, sum hesum.
Fyrrverandi borgarstjórin stúrir fyri, at sum limur í samgonguni á Løgtingi, noyðist Jógvan Skorheim eisini at vera trúgvur ímóti samgongini. Tískil er stórur vandi fyri, at hann ikki sleppur undan at taka støðu til mál í Løgtinginum, sum ganga ímóti áhugamálunum hjá Klaksvíkar Kommunu.
Á býráðsfundinum atkvøddu teir seks býráðslimirnir fyri Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin, sum mynda samgonguna í býráðnum í Klaksvík, fyri at lata Jógvan Skorheim sleppa at røkja starvið sum tingmaður, afturat starvinum sum borgarstjóri.
Hetta er galdandi til á nýggjárinum, tá ið støðan skal eftirmetast og støða skal takast til um hann framhaldandi kann røkja bæði størvini.
Men kravið var, at tá ið Jógvan Skorheim er í tinginum, skal hann í farloyvi úr býráðnum so at varaborgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, tekur við sum borgarstjóri.
- Borgarstjórasessurin skal ongantíð standa tómir og Klaksvík má hava ein borgarstjóra 24 tímar um samdøgurið, sum tey hava orða seg.
Sjálvur er Jógvan Skorheim sannførdur um, at hetta verður ikki nakar trupulleiki.
Hann vísir á, at hann fólkavaldur til bæði býráðið og Løgtingið og fer býráðið at nokta honum at røkja bæði størvini, er tað at gera seg inn á fólkaræðið.
Hann ætlar at vera í tinginum, tá ið tørvur er á tí, sum hann málber seg og hann sigur, at tað eru mál, sum hava serligan áhuga, bæði fyri økið og fyri hann persónliga.
Hann vil ikki útgreina, hvørji hesi mál eru. Men tað er longu nú greitt, at í heyst fer eitt uppskot at verða lagt fyri Løgtingið sum loyvir samkyndum hjúnalagi og Jógvan Skorheim ásannar, at hetta er eitt mál, sum hevur stóran áhuga. Hetta er eisini eitt mál, har hann hevur greiða støðu til, tí tá fer hann at atkvøða ímóti.
Á myndini eru tað tey bæði, Jógvan Skorheim og Gunva við Keldu