- Ein starvsfelagi segði mær einaferð: “tað finnast ongar smáar rollur – bara smáir sjónleikarar”.
Margrethe Koytu hevur verið við í óteljandi filmum og sjónleikum og kann uttan iva roknast uppí donsku sjónleikaraelituna við sínum leiklutum í eitt nú TAXA, Matador, Jeppe på Bjerget, Dan-Dream og Varmestuen.
Tann altíð smílandi, stuttliga og kjaftbreiða Margrethe Koytu hevur røtur heiman av Sandi, men tað hoyrir til undantøkini, at nakar kennir hennara eftirnavn aftur sum eitt føroyskt eftirnavn.
- Fólk halda ofta fyrst, at eg eri japanari. Men so tá tey síggja meg, halda tey knappliga, eg komi úr Finnlandi. Men tá sigi eg altíð “nei nei, tað er slett ikki so torgreitt… Koytu er føroyskt!”.
Les longri samrøðu við kendu sandoyar-divuna í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðunum kring alt landið.