Ein jordani, sum sigur, at hann hevur verið lívverji hjá sjálvum Osama bin Laden, hevur verið fyri rættinum í Týsklandi í vikuni.
Týska ákæruvaldið vil vera við, at maðurin er limur í einum víðgongdum hernaðarligum palestinskum felagsskapi, sum eitur Al Tawhid, og sum sambært amerikansku myndugleikunum hevur tilknýti til al-Qaeda.
Týska løgreglan tók tann 26 ára gamla mannin, tí illgruni var um, at hann hevði havt ætlanir um at søkja at fleiri málum í týskum býum. Løgreglan vil eisini vera við, at hann var við til at skipa fyri einum granatálopi á eini jødisk hús í Týsklandi.