Óla Jàkup farin til verka

Mánadagin 20. august 2012 var Gunvá við Keldu, borgarstjóri, á gátt í Skúlanum á Ziskatrøð at heilsa upp á nýggja skúlastjóran, Óla Jákup Joensen, sum nú er farin til verka í nýggja starvi sínum.

Óla Jákup Joensen tók 1. august 2012 við starvi sum skúlastjóri við Skúlan á Ziskatrøð eftir Signar á Brúnni, sum í summar fór frá fyri aldur.??

Sostatt er tað við nýggjum skúlastjóra við stýrisvølin, at Skúlin á Ziskatrøð í hesum døgum tekur ímóti sínum næmingum og lærarum, nú nýtt skúlaár byrjar.??

Í hesum sambandi var Gunvá við Keldu, borgarstjóri, saman við John Færø, kommunustjóra, á stuttum fundi við Óla Jákup og ynskti honum góða eydnu í starvinum.??

Sum nýggjur í skúlastjórastarvinum, hevur Óla Jákup eyðvitað nógv nýtt at seta seg inní, har samstarvið millum skúlan og kommununa eisini er ein týðandi táttur, og nýttu tey høvið á hesum fundi at umrøða nøkur mál av felags áhuga.??

Óla Jákup Joensen er 54 ár gamal og búsitandi í Leirvík. Hann hevur starvast sum varaskúlastjóri í Runavíkar Kommunuskúla seinastu 3 árini, og áðrenn tað sum fyrstilærari í Norðskála-Oyrar skúla í 6 ár. Óla Jákup hevur harumframt starvast í skúlaverkinum í góð 20 ár.??

Óla Jákup Joensen er útbúgvin fólkaskúlalærari frá Føroya Læraraskúla og hevur tikið mong faklig skeið, umframt fleiri leiðsluskeið. Óla Jákup er giftur Ingun, og eiga tey tvey børn.