Lada framsýning í SMS

Týsdagin 22. apríl lat bilasølan Auto Trade upp framsýning við Lada bilum á Torginum í SMS.

Á framsýningini eru Lada 110 sedan, ið kosta kr. 84.800, Lada 111 stationcar til kr. 99.800 og Lada 112 hatchback til kr. 89.800. Allir bilarnir hava 1,5 litur 16V motor við 92 hk. Teir fáast eisini við minni motori, tá kosta teir frá kr. 79.800. Framsýningin er opin til og við leygardagin 26. apríl.