Sølan av Lada bilunum hevur gingið væl, bilarnir eru bíligir og fólk hava tikið sera væl ímóti teimum, sigur Jens Pauli Dahl, frá Auto Trade, sum umboðar Lada í Føroyum. Teir verða seldir sum sedan, hatchback og stationcar. Í løtuni hava teir hatchback sum kosta kr. 89.800 og stationcar fyri kr. 99.800.
Jens Pauli sigur, at fólk halda ofta lítið um Lada bilarnar, tí teir eru so bíligir, men sannheitin er, at tey fáa ein góðan rúmligan bil í somu stødd sum t.d. Toyota Corolla ella VW Golf við 1,5 litur 16V motori við 92 hk. Harafturat er 2 ára garanti er upp á bilarnar, og teir skulu bert til eftirlit eina ferð um árið ella fyri hvørjar 15.000 km.
Lada samastarva við General Motors, og tekniskt virka teir sera væl, sigur Jens Pauli.