Ladsbanki Føroya fingið búmerki

Týsdagin skipaði Landsbankin fyri fyrilestrum og móttøku í samband við at tað í ár eru liðin tíggju ár síðan Landsbankin fór undir virksemi sítt. Á móttøkuni varð nýggja búmerki bankans eisini avdúkað

Í ár eru liðin tíggju ár síðan Landsbanki Føroya fór undir virksemi. Í fyrstani bert við einum starvsfólki - stjóranum - men so líðandi eru fleiri og fleiri løgd til.

Tíggju áradagurin var hildin týsdagin við fyrilestrum og móttøku.

Fyrilestrarnir vórðu hildnir í Havnar Bio. Jens Vejlø, leiðandi búskaparfrøðingur í Unibank helt fyrilestur undir heitinum »Euro - eitt nýtt alheims gjaldoyra«, meðan Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, í sínum gjørdi eina búskaparlýsing.

Seinni var farið oman á Hotel Hafnia har móttøkan var hildin.

Fyri nøkrum mánaðum síðan útskrivaði landsbankin eina búmerkjakapping.

Bankin hevur einki búmerki havt hesi tíggju árini hann hevur verið til og nú var hildið rætt at útvega sær eitt slíkt.

Og týsdagin varð vinnarin av búmerkjakappingini útnevndur og búmerki avdúka.

Ikki færri enn 180 uppskot vóru komin til kappingina og burtur úr rúgvuni valdi kappingarnevndin trý uppskot, sum fingu virðisløn.

Fyrstu virðisløn, uppá 25.000 krónur fekk Erling Laksáfoss fyri sítt uppskot. Tað ímyndar sólurið, sum er graverað í helluna uttast á Tinganesi.

Aðru virðisløn uppá 15.000 krónur fekk Jákup Olsen úr Fuglafirði og Århus.

Triðju virðisløn uppá 10.000 fekk Jákup Egholm Hansen úr Havn.