Lægri fiskaprísir

Líkt er til, at fiskaprísirnir eru lækkaðir nakað, nú skip og bátar hava landað eftir páskahalguna.

Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya stívliga 124 tons av fiski fyri slakar 1,5 miljónir krónur. Hetta gevur ein samanlagdan miðalprís á 12,05 krónur fyri kilo.

 

Orsøkin til, at miðalprísurin á søluni í gjár var væl lægri enn onkrar aðrar undanfarnar dagar er, at størstu einstøku nøgdirnar á marknaðinum í gjár vóru longa og brosma.

 

Hesi fiskasløgini eru náttúrliga væl bíligari enn eitt nú svartkalvi og havtaska.

 

Umframt nøgdirnar av ávikavist longu og brosmu, var eisini fitt av toski og hýsu á marknaðinum í gjár.

 

Mest var av toski 3 og 4, og her var miðalprísurin ávikavist 15,66 og 11,47 krónur fyri kilo. Besti miðalprísur fyri tosk í gjár var 17,18 krónur fyri kilo.

 

Av hýsu var mest av støddunum 2 og 3, og her var miðalprísurin ávikavist 14,81 og 13,85 krónur.

 

Besti miðalprísur fyri longu var 12,30, og besti miðalprísur fyri brosmu var 8,01 krónur fyri kilo.

 

Besti miðalprísur fyri kongafisk var 7,56.

 

Bert smávegis nøgdir vóru av havtasku og svartkalva á Fiskamarknaði Føroya í gjár.

 

In.fo kann leggja aftrat, at stívliga eitt tons var av longurognum, og her var miðalprísurin 10 krónur fyri kilo.