Læknar forvinna nógv við ómaksgjøldum

Tann vanliga uppfatanin er, at tað kostar einki at fara til lækna, men tað er minni enn so allur sannleikin. Í Danmark í hvussu er.

Teir praktiserandi læknarnir forvinna eina lítla hálva milliard krónur um árið í ómaksgjaldi fyri at skriva váttanir av ymsum slagi, gera koyrikortkanningar og fyri vaksinatiónir.

 

Tað sæst í einari útgreining, sum Berlingske Tidende hevur gjørt. Blaðið hevur kannað fleiri læknamiðstøðir, og tað vísir seg, at læknarnir hava eitt ótal av ómaksgjøldum.

 

Næstformaðurin í danska læknafelagnum, Jetta Dam-Hansen, heldur ikki, at tað ber til at siga, at tann lítla hálva milliardin er eitt heilsubrúkaragjald. Hon sigur, at í flestu førum er talan um pengar, sum stava frá, at ymsir myndugleikar, fyritøkur og privatfólk gjalda fyri, at læknin brúkar tíð til at kanna heilsuna hjá fólki og heftir fyri, at upplýsingarnar eru álítandi.