Í framtíðini verða læknaviðurskiftini í Sandoyar sýslu í einari fastari legu.
- Avtala er gjørd við tríggjar sera dugnaligar læknar um skiftivís at røkja læknaviðtaluna í Sandoyar sýslu, har læknaviðtalan er staðsett á Sandi.
Hetta vita kommunurnar í Sandoyar sýslu at siga í dag.
Tey trý, sum eru sett í fast starv, eru Dánjal Petur Højgaard, Ása Jacobsen og Guðrun Zachariasen, og Jonna Krog Poulsen verður fastur læknaskrivari.
- Mett verður, at avtalan er tað besta av tí besta, og at henda skipan kemur at verða til stórt gagn fyri fólkið í sýsluni.
Kommunustýrini í sýsluni eiga stórt rós uppiborið fyri, at avtalan kundi gerast veruleiki.
Samstundis eigur læknatoymið saman læknaskrivaranum stórt rós og tøkk fyri tað megnar arbeiði, sum er gjørt fyri, at avtalan gjørdist veruleiki.
##med2##