Arbeiðstíðin, sum lærarar fáa løn fyri, samsvarar ikki við tíðina, teir veruliga brúka upp á arbeiðið.
Tað sigur Lærarafelagið nú við mentamálaráðið í eini yvirlýsing.
Lærararnir siga, at tillutaða arbeiðstíðin røkkur í hvussu so er als ikki til at fremja eitt nøktandi úrslit.
- Hetta elvir til strongd og ónøgd, sigur Lærarafelagið.
Felagið sigur, at hjá lærarum, sum arbeiða á fleiri skúlum, eigur ferðatíðin at teljast upp í arbeiðstíðina.
Lærarafelagið heitir tískil á mentamálaráðið um at taka málið upp sum skjótast við tí endamáli at endurskoða arbeiðstíðina hjá lærarum.
Lærarafelagið heldur eisini, at nógv størri dentur eigur at verða lagdur á at dagføra og uppstiga útbúgvingarnar og tað er eisini neyðugt at lýsa arbeiðið hjá lærarum.
Tað er ringt at seta mark fyri, hvat arbeiðið fevnir um, og tí verður arbeiðsbyrðan alt ov stór.