Lærarar skulu velja tveir nevndarlimir í dag

Á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag í dag bjóðar trý fólk seg fram at koma í nevndina. Tveir limir skulu veljast

Nevndin í Føroya Lærarafelag: Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, nevndarlimur, Tórhallur við Gil, næstformaður, Jacob Eli S. Olsen, formaður, Jona Højsted, kassameistari og Bergur Samuelsen, skrivari

Tórhallur við Gil, næstformaður og lærari í Skúlanum við Løkin, og Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, nevndarlimur og lærari í skúlanum á Argjahamri, standa fyri vali, og báðir stilla upp aftur. Triðja valevnið er Miriam Nolsøe Johannesen, lærari í Eysturskúlanum.

Á aðalfundinum skulu tveir nevndarlimir og tveir tiltakslimir veljast í nevndina.

Aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag og árligi limafundurin hjá Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags verður leygardagin 20. apríl klokkan 10.00 á Hotel Føroyum. Fundarskráin verður sambært viðtøkum felagsins.

Vinnararnir av Veðurlagsvirðislønini fyri 2024 verða kosnir á aðalfundinum.

 

Nevndin í Føroya Lærarafelag: Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, nevndarlimur, Tórhallur við Gil, næstformaður, Jacob Eli S. Olsen, formaður, Jona Højsted, kassameistari og Bergur Samuelsen, skrivari