Lærupláss: Alari til Mowi

Kundi tú hugsað tær at verið alari? So hevur Mowi eitt spennandi

 

lærupláss til tín, har tú fært nokk at síggja til – bæði verkliga og

 

ástøðiliga.

 

Uppgávur og skúlatíð

 

At ala laks er spennandi starv. Laksur frá Mowi skal altíð verða í góðum hondum, og tú verður við

 

til at røkta laksin, frá at hann er rogn, til hann er klárur at seta út á sjógv – so hetta er eitt sera

 

týdningarmikið starv. Og so fert tú sjálvandi eisini á skúlabonk at læra um lívfrøði, fóðring, fiskaheilsu,

 

trygd og mangt, mangt annað.

 

Førleikar

 

Tað verða ikki sett nøkur krøv til læruplássið fyriuttan eitt 9. floksprógv. Men vit vænta, at tú hevur

 

fimar hendur og knokkin góðan, og at tú annars ert ágrýtin og fyrikomandi.

 

Lærutíðin

 

Lærutíðin er 4 ár, og aftan á tað kanst tú kalla teg alara. Vit hava aling á Oyndarfirði, við Haldórsvík og

 

á Sandsvág, og starvsstaðurin er skiftandi í lærutíðini. Skúlatíðin er á Miðnámi í Vestmanna í fýra

 

umførum. Skúlin byrjar á heysti, men tú kanst koma í læru longu nú í summar.

 

Lønin er samb. §35 um lærlinga- og yrkislønir í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og

 

Føroya Arbeiðarafelag.

 

Vilt tú vita meira, so set teg í samband við Heidi M. Fossádal á 791004 ella skriva

 

til heidi.fossadal@mowi.com.

 

Umsóknir skulu sendast til starv.faroes@mowi.com, og freistin at søkja er hósdagin 2. apríl.

 

 

Mowi er heimsins størsta alifelag við virksemi um allan heim. Framleiðslan hjá Mowi í Føroyum er áleið

 

10.000 tons av alilaksi um árið. Felagið hevur eina smoltstøð á Hellunum umframt 3 aliøki á sjónum –

 

ávikavist í Oyndarfirði, Haldórsvík og á Sandi. Kryvjivirkið er á Strondum. Umleið 80 fólk starvast hjá Mowi í Føroyum