- Tá man byrjar soleiðis sum eg byrjaði so hevur man keðiligar vanar. Tá snýr tað seg um at býta gomlu vanarnir út við nýggjar, og hetta er størsta avbjóðingin, sigur Hjalgrím Svøðstein, sum júst hevur mist 23 kilo av kropsvekt síni, og harvið eisini gjørdist vinnarin av sokallaða Klænkiskeiðnum sum Fullpower Føroyar í Klaksvík skipaði fyri.
Hjalgrím Svøðstein í Klaksvík meldaði seg til klænkiskeiðið, sum Fullpower Føroyar bjóðaði fyrst í januar mánaða, við tí fyri eyga at lætna 20 kilo. Nú 10 vikur seinni, tá flest onnur fyri langari tíð síðani hava gloymt alt um nýggjárslyftini, er skeiðið liðugt, og Hjalgrím lætnaður heili 23 kilo.
- Avbjóðingin er at taka avgerðina at liva sunt og venja, sigur Hjalgrím. Vit hava øll ein lista yvir tey tingini, sum vit burdu gjørt. Tann listin varð broyttur til ting, sum eg má gera. So varð ikki so strævið meir, tí eitt er at trýsta seg sjálvan og hitt er at verða drigin.
Hann sigur at tá hann tók avgerðina at lætna tí hann vildi verða betri fyri og fáa meir orku.
- Man blívur troyttur av øllum, tá klæðini ikki passa einum væl, ein hevur kropsligar avbjóðingar og alt blívur so strævið. Passar illa klæði. Alt blívur so strævið. Eg møtti upp til allar tímarnar, og kláraði meir enn eg upprunaliga ynskti. Eg tók ein í senn, og segði mær sjálvum at í dag vil eg gera mítt til at náa mínum máli. Síðani gjørdi eg tað sama næsta dagin, greiðir hann frá.
- Tá tú flytur teg frá at hugsa at eg burdi til at hugsa at eg má so verður lættari at náa teimum málum, sum man setur. Eisini eru umráðandi at hugsa væl um hvat ein veruliga ynskir, og hví ein ynskir tað, sigur Hjalgrím, tá hann verður spurdur um hvør motivatiónin var gjøgnum 10-viku skeiðið.
- Eg segði tað fyri øllum at eg hevði meldað meg til klænkiskeiðið, og at nú skuldi broytingin henda. Eg tímdi ikki at viga ov nógv meir. Tá tú hevur fortalt tað fyri øllum, so nú mást tú eisini royna. Eisini er tað er motiverandi og pliktandi at venja saman við øðrum á einum liði, sigur hann.
Um Hjalgrím skuldi givið eini góð ráð til tey, sum ynskja at gera eitt slíkt mál til veruleika so er tað at hækka sítt egna støði
- Ger tað til part av lívinum. Set teg niður og hugsa um hví tú vilt hetta, tí sum tú veitst hví, so klárar tú teg betri tá tað blívur strævið. Grundin til at gera hesi tingini verður so stór, so at tú ikki vilt verða tað fyri uttan, sigur hann til endans.