Láglønarsamfelag fólkafloksins

Enn einaferð tónaði høvuðsideolog fólkafloksins fram á sjónvarpsskíggjan, ein ideologi, ið setur Ísland sum fyrimynd, um okkara høvuðsvinna skal kunna klára seg uttan stuðul í framtíðini.

Ein kann spyrja seg sjálvan, um tað veruliga er so galið, at tað er ímóti betri vitandi, ella er tað beinleiðis at kasta føroyska veljaranum torvmold í eyguni, at teir ferð eftir ferð koma fram við og gera Ísland til eitt láglønarparadís.

Tað er heilt einastandandi, at einasta argument, ið umboð fólkafloksins hevði viðvíkjandi teirra láglønarparadísi var, at við eini bruttoløn uppá kr. 7.000,-, hevði ein íslendskur lærari meira eftir aftaná skatt, ennein føroyskur lærari, heilt genialt.

Veruleikin er sjálvsagt ein heilt annar, tí sjálvt um Bjarni Djurholm helst er stinnur í bæði rokning og matematikk, so kann ein 2. klassa skúlanæmingur skjótt rokna út, at sjálvt við 30% í skatti, so verður nettolønin ca. kr. 5.000,- hjá hesum íslendska læraranum, og so lága nettoløn hevur eingin lærari í Føroyum.

Sostatt eru tað beinleiðis ósannindi, ið talsmaður fólkafloksins bar fram í SvF mikukvøldið.

Tí passar tað sjálvsagt heldur ikki, tá tað í sama viðfangi verður ført fram, at íslendingar fáa meira fyri teirra pening enn føroyingar, hvørki so ella so, tí prísurin á mati og nýtsluvørum í Íslandi er millum teir hægstu í Norðureuropa. Hartil kanst tú ikki fara inn í eina forrætning og keypa tær nøkur bílig útlendsk egg ella ein bíligan útlendskan høsnarunga, tí so gott sum allur innflutningur av útlendskum matvørum er bannaður, í og við at Ísland er so gott sum sjálvforsýnað við matvørum.

Sostatt ert tú noydd/noyddur at gjalda tann prís, sum nú einaferð stendur á tí vøru, tú skalt keypa, sjálvt um prísurin er himmalhøgur. Flest allir føroyingar hava verið vitandi um, at fyri at lívbjarga sær, hevur vanliga løntakarahúskið í Íslandi verið noytt ikki bara at hava tvær lønir at klára seg fíggjarliga, nei, harafturat hevur verið neyðugt at havt eitt triðja starv eftir vanliga arbeiðstíð, soleiðis at arbeiðsdagurin hevur verið uppá 12-14 tímar.

Halda ideologarnir í fólkaflokkinum veruliga, at fyri tí um teir seta lønirnar niður, so fer margarinpakkin, mjølið, sukurið og annars allar tær innfluttu vørurnar til húsarhaldið tilsvar-andi niður í prísi, sjálvsagt ikki.

Tí er alt hetta tosið um at bara vit fáa lønirnar niður, so skal vinnulívið nokk klára seg í kappingini við okkara grannalond, órealistiskt. At tað í flestu førum hevur verið leiðslan á teimum ymsu virkjunum og fyritøkunum, sum ikki hevur havt hegni eins og hon ikki hevur havt tað framskygni, ið skal til, tað verður ongantíð tikið upp á tungu, nei, sambært fólkaflokkinum er tað arbeiðarafjøldin, sum við sínum alt ov høgu lønum, ið er orsøkin til at skip og virkir ikki klára seg fíggjarliga.

Hvussu kann tað so bera til hjá summum reiðaríum at klára seg, hóast kostnaðarmikil skip og høgar lønir. P/F Vesturvón, sum kanska ikki hevur fingið eitt klovið oyra úr landskassanum, hevur seinastu 35 árini lagt ótaldar milliónir inn í landskassan og kommunukassarnar. Vit kunnu taka Kjartan Joensen, sum keypti nýmótans trolara og sum nú hevur bygt stásiligt virki, uttan nakran almennan stuðul. Vit kunnu nevna Tórshavnar Skipasmiðju, hvussu kann tað bera til, at Poul Mohr í kapping við tær mest nýmótans skipasmiðjur í Norðureuropa hevur ikki bara lægsta boð, men so sanniliga eisini fyrsta floks arbeiði til settu tíðina o.s.fr. o.s.fr.

Eg vil ráða Bjarna Djurholm og hansara floksfeløgum at fara ein túr til Íslands, og gera seg kunnugar við tey veruligu viðurskifti, sum tann íslendski løntakarin livir undir nú í dag vit skriva 1997, ístaðin fyri at misbrúka tann íslendska løntakaran í síni roynd at vinna sær atkvøður.

Teir hava annað uppiborið, tí eftirhondini so eru íslendingar teir einastu av okkara grannatjóðum, sum veruliga hava stuðlað okkum, bæði í orði og verki.


    Frank Davidsen


P.S.

Bert eitt konkret dømi:

  Maður og kona við tveimum børnum, tey hava bæði fast starv, maðurin í Keypssamtøku, men fyri at klára tað fíggjarliga er maðurin aftan á at hava arbeitt heilan dag, noyddur at vaska hvørt kvøld eftir arbeiðstíð í somu Keypssamtøku, sum hann dagliga starvast í um dagin.

Hvat so við øllum teimum, sum ikki hava møguleika at fáa annað starv eftir arbeiðstíð í láglønarparadísinum hjá tí Føroyska Fólkaflokkinum?