Lagnan hjá von der Leyen verður avgjørd í dag

Evropaparlamentið skal í dag gera av, um hon fær fimm ár afturat sum forseti í ES-nevndini

Tinglimirnir í Evropaparlamentinum skulu í dag gera av, um Urusula von der Leyen fær fimm ár afturat í sessinum sum forseti í ES-nevndini.

 

Von der Leyen hevur tørv á minst 361 atkvøðum (út av 720), og ein politisk kreppa liggur og lúrir, um tað ikki eydnast at finna semju.

 

Evropeiskir tinglimir og viðmerkjarar meta kortini, at tað er mest sannlíkt, at von der Leyen verður afturvald. Men alt kann henda, tí at atkvøðugreiðslan er loynilig.

 

Von der Leyen miðjar eftir at fáa undirtøku frá teimum stóru miðflokkunum í ES-tinginum – EPP, PES og Renew Europe – sum hava meiriluta við sínum 401 tingsessum, og sum valdu von der Leyen til forseta í 2019.

 

Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 12 í dag, og væntað verður, at tað tekur umleið hálvanannan tíma at velja. Úrslitið verður væntandi kunngjørt kl. 13:45.

 

Ongin kandidatur til leiklutin sum forseti í ES-nevndini er enn blivin vrakaður, síðani Evropaparlamentið fekk størri heimildir við Lissabon-traktatini í 2009.