Lagnukvøld fyri Manchester

Bæði Manchester-liðini taptu fyrru dystirnar í 16-parts finalunum í Europa League.

 

Manchester United tapti púra óvæntað á heimavølli móti Atletic Bilbao 3-2, og í veruleikanum var tað ikki heilt óuppiborið. Í kvøld skulu ensku meistararnir so vinna tað tapið inn aftur, og fyri at gea tað, mugu teir vinna við tveimum málum – uttan so, at dysturin endar meiri enn 3-2 til Manchester United.

 

Manchester City er eisini aftan fyri undan seinna dystinum, men teir hava hóast alt heimavøll í kvøld. Teir skulu vinna inn aftur eitt 1-0 tap, og tað merkir, at teir skulu ansa væl eftir, ikki at fáa eitt mál ímóti sær, tí so skulu teir vinna við minst tveimum málum.

 

TV3+ vísir báðar dystirnar frá klokkan 18.00