Laila av Reyni við nýggjum staklag

Laila av Reyni er aftur aktuel við einum staklag.

 

Hesaferð er hon meira rokkut, og lagið, Black Ice, snýr seg eisini júst um tað at finna nýggjar leiðir.

 

Upprunin til lagið er, at Laila gjøgnum nøkur ár javnan hevur luttikið á sangskeiðum í Italien. Har hon er komin í samband við danska sangskrivaran og kapellmeistaran Søren Graversen, og tað er hann, sum hevur skrivað nýggja lagið til Lailu. Síðani hevur hon sett sín egna, persónliga dám á tað

 

Lagið verður at hoyra á øllum streaming tænastum, so sum Spotify, Apple Music, YouTube music, Amazon Music, TikTok v.m.

 

 

 

Um nýggja lagið:

 

Orð og lag: Søren Graversen og Helene Bak

 

Sang og kór: Laila av Reyni

 

Trummur: Tórður Dam Jacobsen

 

Cello: Tóri Restorff

 

Øll onnur ljóðføri: Hans Poulsen

 

Framleitt, upptikið og ljóðblandað: IntroVers Studio við Hans Poulsen

 

Cover mynd: Miriam & Janus

 

Grafikkur: Eiler Fagraklett

 

 

 

Leinkjan til Spotify:

 

https://open.spotify.com/track/3Ycgh5cf55G8B6cDb9WMoG?si=8d8eb292aae1449c