Álaker skal ruddast

Tórshavnar kommuna boðar frá, at tey nú fara at rudda gamlar bátar úr Álakeri. Eigarar av bátunum hava freist til 1. juli at gera vart við seg Gamlir bátar, sum standa í Álakeri, verða fyrsta dagin fyribeindir uttan aðra ávaring, um eigarin ikki sjálvur syrgir fyri annaðhvørt at gera teir í stand ella koyra teir burtur. Hesum boðar Tórshavnar havn frá í lýsing um dagarnar.

Tað standa og liggja fleiri bátar, sum eru meira ella minni vrak, á umvælingarplássunum í Álakeri. Summir hava staðið harraleysir í áravís, og av tí, at eingi frámerki eru, sum vísa, hvør eigur bátarnar, fer leiðslan fyri Tórshavnar havn nú at gera bart og rudda plássið.

Boðað verður frá, at bátar, hvørs eigarviðurskifti ikki eru greið og fráboðað Tórshavnar havn í seinasta lagi 1. juli í ár, uttan aðra ávaring verða fyribeindir.