Laksaát

Ein norskur meistarakokkur borðreiddi við forkunnugum laksarættum til føroyskar alarar, ið vóru á skeiði. Føroyskur laksur stendur einki aftanfyri laksin uttanlands, sigur kokkurin, sum eisini er á norska kokkalandsliðnum. Væl smakkaði

Laksur

Tað er mest tann roykti laksurin upp á breyð ella kanska feski laksurin í ovninum, sum føroyingar kenna best, men tað eru alskyns rættir, ið kunnu fáast burturúr laksinum.
Hósdagin fingu nakrir føroyingar í øllum førum møguleikan til at smakka laks tilgjørdan á nógvar ymiskar mátar.
Tað var í sambandi við eitt skeið fyri alarar, ið Skrætting skipaði fyri saman við Aquasamart, at boð vórðu send eftir einum norskum meistarakokki. Á skeiðnum vóru um hálvtrýs luttakarar. Hesir fingu so allir saman við umboðum frá fjølmiðlunum høvi til at royna nakrar, á okkara leiðum, øðrvísi laksarættir.
Eitt sjálvtøkuborð varð við bæði heitum og køldum laksarættum. Laksur var berandi røðvaran í øllum teimum ymsu rættunum. Rættirnir spentu seg rættiliga víða. Millum tey mest forkunnugu um okkara leiðir var japanski rætturin sushi. Av øðrum rættum kunnu nevnast laksapaté og ein rættur við nudlum og laksi. Tað skal sigast, at maturin smakkaði óføra væl, og tað kendist eisini sum øllum dámdi óføra væl. Luttakararnir vóru eitt sindur trekir við at fara at fáa sær í fyrstuni, men tá gongd kom í varð mestsum ikki steðga á aftur. Afturvið góðu laksarættunum var okkurt gott drekkandi, harímillum eisini saki, ið er japanskt rísvín. Luttakararnir vóru á einum máli um, at hetta vóru frálíka góðir rættir, ið teljast millum tær meira forkunnugu rættirnar um okkara leiðir. Hóast tað, so varð allur laksurin, ið varð nýttur, føroyskur. Tað var eitt lítið samdøgur síðani, at laksurin varð slaktaður, og hetta er á markinum, tí laksurin skal, sambært norska meistarakokkinum, hava verið slaktaður minst eitt samdøgur undan at hann verður hagreiddur til matvøru.

Á landsliðnum
Norski meistarakokkurin, sum stóð fyri laksarættunum á Hotel Føroyum hósdagin, eitur Kjetil Gundersen. Hann starvast hjá Gastronomisk Industry í Oslo. Gastronomisk Industry hevur kokkar, ið ferðast kring allan heim fyri at læra seg at gera fleiri og meira spennandi rættir.
Sjálvur arbeiðir Kjetil sera nógv við laksi sum ráðvøru, og hann móttekur eisini uppskriftir og impulsir úr øllum heiminum. Sjálvur ferðast hann mest í Norðurevropa, og nú er hann eisini komin hendavegin.
?Ætlanin er fyrst og fremst at vísa, hvussu laksur verður tilgjørdur aðrastaðni. Eg havi roynt at gjørt eitt rímiliga breitt úrval av laksarættum, sum eg metti kundi verið spennandi fyri føroyingar, sigur Kjetil Gundersen.
Hann letur ógvuliga væl at føroyska laksinum, ið hann heldur standa mát við laks aðrastaðni í heiminum.
?Í Norra hevur tað verið tungt við at fáa selt laks, men so kom glið á søluna av sushi, og hetta hevur skapt ein stóran eftirspurning. Hóast kokkarnir eru vorðnir troyttir av sushi, so eru fólk sera glað fyri tað. Tað er ofta soleiðis, at kokkarnir eru eitt sindur frammanfyri tíðarrákið. Í størru býunum í Norra er tað útboðið eisini vorðin rættliga internationalt, har gestirnir kunnu fáa eitt sindur av hvørjum, sigur Kjetil Gundersen.
Sjálvur hevur Kjetil eisini góðar royndir sum kokkur, og hann hevur eisini verið á norska kokkalandsliðnum, ið gjørdist nummar trý við OL-kappingina í 2000. Fyrsta plássið fór til Svøríki, og hetta hóvaði ikki grannunum úr Norra.
Meðan hann hevur verið í Føroyum, hevur hann roynt eitt sindur av mati á føroyskum matstovum, og tær fáa eitt gott skoðsmál frá norska meistarakokkinum.
?Støðið í Føroyum er sum í Oslo. Tað er kanska eitt sindur meira gammeldags í Føroyum og lítið fjøllbroytt, men tað er gott, sigur Kjetil Gundersen.
Um onkur hevur hug til at kunna seg meira um uppskriftir og annað ber til at hyggja á www.seafood.no.