2. umfar í donsku superliguni er á skránni í kvøld. Uppflytararnir úr Lyngby, sum í fyrsta umfari á heimavølli taptu 3-0 ímóti Randers, vitja í Odense.
OB er favorittur, men eftir 1. hálvleik er Lyngby á odda 1-0. Málskjútti var føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst, sum hevur verið sera eyðsýndur.