Í dag hevði Lampubúðin opið fyri seinstu ferð, tollaksmessudag 23. desember 2020, og kl. 22:00 vórðu dyrar afturlatnar.
Nógv fólk hava vitjað Lampubúðina hesi 38 árini, hon hevur virkað í Dr. Jacobsensgøtu. Jacobina og Júst hava trúðliga ment handilslívið her í býnum við sínum virksemi og trúfesti móti hesi handilsgøtuni í Havn. Tøkk skulu tey eiga fyri tað.
Var inni og vitjaði handilin í kvøld áðrenn afturlatingartíð, fyri at heilsa uppá og takka Jacobinu og Júst fyri tíðina við ynskjum um blíðan byr frameftir.