Lán til føroyskt vinnulív úr donskum grunni

Ríkisfelagsskapurin ger okkum størri, sigur danski forsætisráðharrin


Hvalaveiða er ein partur av lívshátinum og mentanini í Føroyum og í Grønlandi, og tað er á burðardyggum grundarlagi við virðing fyri náttúrini

Tað staðfesti danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, nú hon setti Fólkatingi í morgun.

 

Hon vísti eisini á, at Danmark og Grønland hava í felag tryggja eina grønlendska hvalaveiðikvotu.

Sum vanligt fingu Føroyar og Grønland nøkur orð við á vegnum og Helle Thorning-Schmidt tók grønlendsku hvalakvotuna sum eit dømi um, at  ríkisfelagsspurin ger okkum størri.

 

Hon fegnast eisini um, at makrelkríggið ímóti ES er av og vónar at samráðingrnar um sildina í heyst eisini bera frukt.

- Føroyar og Grønland hava stórar, fíggjarligar avbjóðingar, tí tey eldru verða fleiri og fleiri í tali og tey ið arbeiði verða færri og færri. Samstundis fara útreiðslurnar at økjast og sostatt er neyðugt við nýskipanum sum kunnu tryggja haldførið í búskapinum.

 

Hon sigur, at ríkið samstarvar um at styrkja føroyskt og grønlendskt vinnulív og í hesum sambandi ætlar stjórnin, at danski vakstrargrunnurin hereftir eisini skal kunna veita lán til vinnulív í Føroyum og í Grønlandi.

- Tað er søgan, mentanini og familjur og vinaløg, sum halda ríkisfelagsskapinum saman og varðveita hann livandi og sterkan, segði danski forsætisráðharrin.