»Land-surfarar«

Tú kanst kalla okkum land-surfarar, sigur Helgi Winther Olsen brosandi. Fjallasúkklarar eru nakað fyri seg og teir finna eisini saman kring allan heimin

Tróndur Arge – Bermuda

---
Hegi Winther Olsen liggur á gøtuni við runu um allan kroppin. Hann er júst komin á mál í criterium fjallasúkklingini á Oyggjaleikunum á Bermuda. Í 50 minuttir hava hann, Bogi Kristiansen, Sigmund Olsen, Jógvan Højgaard og Rúni Øster súkklað teinin í eini frítíðarpark, sum tekur áleið tríggjar minuttir at gjøgnumføra.
Fjallasúkkling ljóðar sum ein ítróttargrein, ið skuldi passað væl til Føroyar og føroyskar umstøður. Tað er ein lítil ítróttargrein, sum tó er veksandi.
Málið er ikki at vinna dagsins súkkling. Tað eru súkklarar av serliga Isle of Man og Menorka alt ov stinnir til. Hinvegin, so snýr tað seg meiri um at læra og gerast betur til eina ítróttargrein, sum er í framgongd.
Tað er feitt at síggja, at allir gera framstig, sigur Helgi Winther Olsen, sum hevur vónir um at standa seg upp aftur betur enn sætta plássið mánakvøldið, tá hann mikukvøldið skal luttaka í Cross Country kappingini.
Tá er teinurin meira tekniskur og tað passar mær betur. Vónandi kunnu vit eisini fáa heiðursmerki í liðkappingini, leggur Helgi afturat.

Skipað viðurskifti
Framgongdin á økinum kemur millum annað av, at nýtt fjallasúkklufelag er stavnað. Tað eitur MTBFO og felagið er við til at menna fjallasúkkling í Føroyum.
Eg haldi at allar gera framstig. Tað kemur av miðvísari og skipaðari venjing, sigur Helgi og bustar mold av alboganum.
Tá Helgi kemur á mál endar hann við at detta av súkkluni og má fáa hjálp at mýkja lærið. Hann er dálkaður av móru um allan kroppin, men eyðkenda smílið er ikki at taka feil av. Við ágrýtni greiðir hann frá taktisku ætlanini, sum gekk eins og hann væntaði. Tíverri, so vístu fimm teir fyrstu seg at vera væl sterkari á hesum teininum. Tað er Helgi eisini skjótur at ásanna og viðgongur, at hann bara má blíva betur til at súkkla á líknandi teinum.
Í Føroyum stríðast føroysku fjallasúkklarnir við at fáa skipað viðurskifti, so møguleiki er hjá teimum at venja miðvíst á einum góðkendum øki.
Økti áhugin ger eisini , at meiri og meiri vitan kemur til Føroyar á økinum. Nógv verður tosað um útgerð, hvat slag av súkklu teir hava og hvat merki handskarnir eru. Og ikki minst hjálmarnir, tí fleiri av føroysku súkklarunum renna á. Sigmund Olsen brast í eitt træ, meðan Jógvan Højgaard tvær ferðir var í samanbrestum.

“Land-surfarar”

Tað er eitt heilt serligt fólkaslag, sum hugnar sær við at súkkla millum trø, í brekkum og á smølum gøtum á fjallasúkklu.

Tú kanst siga at vit eru land-surfarar. Tá vit møta øðrum fjallasúkklarum, so hava vit beinanvegin okkurt at tosa um. Tað snýr seg um tað sama líka mikið hvar í heiminum tú ert, greiðir Helgi Winther Olsen frá, og brúkar eitt orð sum “Baggy-pants” fyri at lýsa teirra umhvørvi og máta at uppføra seg uppá.
“Baggy-pants” verður eitt nú sett í samband við Hip-Hop og undirgrund mentalitet. Eisini kent sum “sagging”.
Vit fara eisini við súkkluni ein túr í fjøllunum og njóta natúruna og hugna okkum, har vit royna ymiskt og plúmma har vit kunnu, sum Helgi málber seg.
Ja, vit plúmma, tað er eitt góður máti at lýsa hvat vit gera, sigur Helgi og sproytar vatn í andlitið, sum nú so smátt byrjar at líkjast fjallasúkklaranum, sum reinur og frískur stóð á startmálinum fyri einum tíma síðan.
Ein tími saman við fjallasúkklarunum gevur nøkur greið tekin um, at talan er um menn, ungar sum eldri, ið hava hug at bjóða sær sjálvum, umhvørvinum og nattúrini av. Tað er langt á mál um gull er málið, men fjallasúkkling er ein ítróttargrein, sum hevur møguleikar at veksa og kann fáa góðar umstøður í Føroyum.
Eitt umhvørvi við surfarum fáa vit nokk ongantíð í Føroyum, men fjallasúkklararnir hava tikið frísinnaða lagið, hugin at spæla sær í náttúruni og sterka samanhaldið, sum tú kundi sett í samband við eitt nú surfing, og flutt tað í fjallasúkkling.