Fagnaðurin er stórur í Álandi, og frásøgumennirnir vóru næstan líka ekstatiskir sum Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen eru uppá tað besta.
Áland vann sensasjónelt 3-1 á Saaremaa í mansfinaluni í flogbólti á oyggjaleikunum í Gotlandi. Saaremaa hevur annars vunnið allar hinar oyggjaleikafinalurnar í hesari øldini millum 2001 og 2015.
Áland vann 25-23, 19-25, 25-14 og 25-23. Hetta er fyrstu ferð, at álendingar vinna manskappingina síðani 1999, og tað kunnu vit bara ynska okkara norðurlendsku vinum hjartaliga tillukku við.
Føroyar vunnu bronsu. Føroyar vunnu 3-0 á Gotlandi í bronsufinaluni. Settmunurin var 25-19, 25-21 og 25-21. Bronsuheiðursmerkini eru eitt gott plástur á sárið hjá flogbóltsmonnunum aftaná bólkafinalutapið ímóti Álandi og hálvfinalutapið ímóti Saaremaa.
Í kappingini í kvinnuflogbólti hendi tað ótrúliga, at lítla norska Hitra vann seg í finaluna aftaná ein 3-1 hálvfinalusigur á Menorka. Hitra megnaði tó ikki at gera tað stóra við Saaremaa, sum vann 3-0 á Hitra í finaluni. Menorka vann bronsu aftaná ein 3-1 sigur á Álandi.