Partrolararnir Vesturbúgvin og Eysturbúgvin hava gjørt ein góðan túr og landa 480.000 pund av upsa í dag. Sum vit nevndu á Portalinum fyrr í dag, er upsaveiðan hjá partrolarunum rættiliga góð í løtuni.
Fleiri skip landa í Saltangará hesa vikuna, men eisini aðrastaðni kemur nógvur fiskur upp á land.
Partrolararnir Vesturbúgvin og Eysturbúgvin hava júst gjørt ein góðan upsatúr og landa í dag 480.000 pund tilsamans.
Vesturbúgvin landar í Vestmanna, og Eysturbúgvin landar á Sandi.
Tað er Faroe Seafood, sum keypir fiskin í Vestmanna - og Sandoy Seafood, sum keypir fiskin á Sandi.
- Nógvur upsi er at fáa, og fiskurin er góður, siga teir, sum landa fiskin.