Landamessur droppaðar!

Hendan óhugnaligu yvirskrift var aftur á breddanum, hesuferð í Dimmu hósdagin 20. januar 2011. Eg keypti Dimmu og læs, hvat, ið meintist við í yvirskriftini.

Jú, Regin W. Dalsgaard, nýggjasta ímyndin innan íverksetan, skal seta mark fyri, hvat pengar skulu brúkast til, sum um hann hevði lisið til nakað heilt serligt!
Hann meinar, at rættast er, at landið droppar allar landamessur/básar úti í verð til frama fyri íverksetarar í hesum føroyska dunnuhyli.
Sjálvandi ein og hvør er sær sjálvum næstur.
Hetta nýggja fenomenið íverksetarar/hús er bert ein almennur útreiðslupostur afturat. Tað eru so mong, sum kalla seg íverksetarar hesi seinasti árini.
Fólk hava altíð sett okkurt í verk, so hví almennir pengar skulu brúkast til hetta, skilji eg ikki.
Hesir góðu íverksetarar, hvat seta teir sjávir í veð í kr.?
Tað einasta, sum skal gerast, er, at landið tekur tær høpisleysu forðingarnar burtur, sum man rennur seg í, í tí almenna tvassinum »sum almennir íverksatarar« hava funnið uppá.
Tað inntrykk, sum eg havi av hesum góðu íverksetarum er bert eittans, og tað er at skriva eina flotta umsókn og fáa tillutaðar allmennar pengar fyri at sleppa frá at gera nakað til nyttu í samfelagnum.
Dugi ikki at skilja, at almennu Føroyar ikki fáa eyguni upp fyri fólki, sum ynskir at suttla uppá stuðulsboppuna, so ella so.
Tað man fara á líða væl til eina ½ mia., sum er latið í stuðul/verkætlanum til ymiskt hesi seinast 20 árini. 95-98% av øllum umsóknum eru vøkur orð og fagrar lagkakur við litum, tað mesta gongur út uppá eitt, og tað er, hvussu nógvar pengar fái eg mest burturúr fyri at gera minst møguligt, tíverri ov fáir av góðkennarum eru litblindir.
Arbeiðsleys søkja um stuðul til gransking í arbeiðsloysi, tað einasta, sum er heilt 100% fakta, og tað er, at tey sjálvi ikki tíma at arbeiða.

Aftur til messurnar
Nú havi eg verið á nøkrum oljumessum uttanlands, hetta eru messur, sum taka seg væl út.
Veit ikki, hvat alt kostar, men summir básar kosta eitt stað millum 10-15-20 mio kr. Hetta eru stór feløg, sum hava slíkar básar og hava fleiri pengar enn eg og aðrar føroyskar fyritøkur.
Messurnar hava uml. 35-45.000 fólk vitjandi í 3 dagar, umframt eini 1500-2000 framsýnarar.
Lat meg siga tað beinanvegin, eingin fyritøka innan oljuvinnuna, sum eg kenni, er sterkari enn veikasta fyritøkan innan eitthvørt projekt, tað verið seg at leita eftir olju/gassi og/ella at framleiða somu evni.
Var á einari oljumessu í Aberdeen í 2009, har kom ein maður framvið lítla føroyska
”Landabásinum, bert 21 m2! ”,

Hann hugdi øgiligt uppá tað føroyska flaggið og síðan upp á navnið »Faroe Islands«.
Sá at maðurin ivaðist í onkrum, fór til hansara og segði: ”Sir, síggi at tygum skymast so, hvørjum ivast tú í? Jú hann ivaðist í Shetland Islands og Faroe Islands, hvat var hvat.
Bjóðaði manninum inn á ”Landabásin”, gav honum kaffi og forkláraði um okkara elskaða land ”Føroyar”.
Hann takkaði so mirðiliga fyri kunning. Spurdi hvat hann ynskti, nú hann leitaði eftir Shetland, jú segði hann, hann var spurdur um at geva eitt tilboð uppá eitt projekt, sum innibar goymslu av oljuútbúðnaði upp á 443.000 tons av útgerð, sum skuldi goymast í eitt stytri tíðarskeið, fyri síðan at vera flutt út á feltið - The Atlantic Margin, sum jú liggur millum Føroyar og Shetland.
Síðan vit møttust á Landabásinum hevur onnur ensk fyritøka fingið ordran at gera og hava útgerðina á goymslu.
Regin góði, um tú ynskir at gera nakað skilagott, so krevur tú bara at brúka pengar til »Landabásar« á messum, alt annað er vrøvl.
Tað eru fleiri fyritøkur, sum ynskja at fara at luttaka á oljumessum, men tær hætta sær ikki, tí at Føroya land ikki ynskir at stuðla við einum Landabási.
Landið skuldi brúkt eini 3-500.000 kr upp á ein landabás á hvørjari messu, har føringar hava nakran møguleika at vaksa um okkara landsinntøku, tá sóu útlendingar aha, hetta landið vil nakað, lat okkum vita, hvat teir hava at bjóða.
Tann dagin eitt oljufelag sigur, nú hava vit funnið kolvetni í Føroyum, og tað sær sera lovandi út fyri at vera rakstrarverdugt, hvat gera Føroyar tá?
Tað almenna skal skapa karmarnar, so at seriøsar fyritøkur hava eina lopfjøl at sleppa at hitta altjóða fyritøkur og ikki tala um at taka ímóti fremmandum vitjandi.
Teir básar, sum eg havi verið knýttur at, hava ikki bara snakkað um olju, so sanniliga eisini um ferðavinnumál.