Landsstýrið fór til samráðingar við ES um fiskivinnuna, men kom aftur við einari avtalu, sum eisini umfataði landbúnaðin. Hetta hóast einki umboð fyri landbúnaðin var við til samráðingarnar.
Tað kom nevniliga óvæntað á samráðingarnevndina, at ES í síðstu løtu setti fram sum ófrávíkiligt krav í samráðingunum, at landbúnaðurin skuldi vera partur av avtaluni, og tí var landbúnaðurin ikki umboðaður í nevndini.
? Í ES høpi hoyra landbúnaður og fiskivinna óloysiliga saman, og tí bar ikki til at fáa eina avtalu í lag við ES, ið bert umfatanði fiskivinnuna. Og á slíkum samráðingunum má man geva út á summum økjum fyri at vinna á øðrum, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum.
Landbúnaðurin fekk tað súra
Men føroyski landbúnaðurin er av teirri uppfatan, at tað bara er fiskivinnan, sum fær, og landbúnaðurin sum einsamallur missir, tá avtalan við ES eftir ætlan kemur í gildi 1. februar.
Hesum er Anfinn Kallsberg løgmaður, sum hevur uttanlandsmál um hendi, ikki ósamdur í.
? Í slíkum samráðingum má man taka tað súra við tí søta. At tað so er landbúnaðurin sum hevur tikið tað súra er sjálvandi keðiligt, men tað var neyðugt. Høvdu vit noktað fyri at tikið landbúnaðin við í avtaluna, hevði eingin avtala verið, og tað hevði fingið katastrofalar fylgjur fyri fiskivinnuna og harvið føroyska samfelagið sum heild.
Alskyns dýrasjúkur
Avtalan við ES um heilsufrøðilig viðurskifti, sum varð samtykt í løtinginum seint á vári í fjør, skal eftir ætlan koma í gildi 1. februar. Avtalan er ein rættiligur fongur fyri føroysku fiskivinnuna. Hon inniber at Føroyar kunnu útflyta fisk til ES lond eftir somu treytum sum ES londini flyta fisk ímillum sín, tvs. uttan innflutningseftirlit.
Men fyri at fáa fiskivinnuni hesar sømdir, kravdi ES at avtala somuleiðis skuldi gerast við Føroyar um, at landbúnaðarvørur skuldu kunna flytast millum ES lond og Føroyar uttan innflutningseftirlit.
Men meðan tað er at meta sum góðar sømdir hjá fiskivinnuni at sleppa undan innflutningseftirliti, so hevur hetta heilt aðra merking fyri landbúnaðin. Tað hevur nevniliga við sær, at til ber at flyta livandi dýr til Føroya, uttan at hesi verða kannað ella set í karantenu í Føroyum. Tí stúrir føroyski landbúnaðurin nú fyri, at alskyns sjúkur fara at raka føroysk neyt og seyð, sum higartil hava verið væl vard frá sjúkum, ið eru vanligar í fleiri ES londum.
Gongur bara annan vegin
Harafturat gongur avtalan við ES bara annan vegin í sambandi við landbúnaðin. Tað fer nevniliga hvørki at bera føroyska landbúnaðinum til at útflyta livandi dýr ella dýraúrdráttir so sum skinn og kjøt til ES londini, hóast hesi kunnu útflyta allar landbúnaðarvørur til Føroya uttan innflutningseftirlit. Orsøkin til hetta er, at eftirlitsverkið í Føroyum ikki enn lúkar treytirnar, sum ES setir.
? Landbúnaðurin er blivin offraður, fyri at fiskivinnan skuldi fáa betri sømdir frá ES. Tað er mikið møguligt at landsstýrið sær hetta sum eitt sera lítið offur í mun til tær sømdir, sum vunnar eru fiskivinnuni, men tað er ein stórur spurningur, um man yvirhøvur kan loyva sær at offra eina vinnugrein fyri eina aðra, sigur Bjørn Patursson, formaður í Bóndafelagnum, sum harðliga hevur mótmælt at landbúnaðurin gjørdist partur av avtaluni við ES.
Niður yvir høvdið
Formaðurin í Bóndafelagnum er vónsvikin av, at landbúnaðurin ikki varð tikin upp á ráð, tá avtalan varð gjørd. Bóndafelagið bjóðaði sær til at vera við á samráðingunum, men fekk at vita, at samráðingarnar bert fóru at snúgva seg um fiskivinnuna.
Men tað vísti seg seinni, at ES ikki var av somu uppfatan, og úrslitið varð, at avtalan bleiv kroyst niður yvir høvdið á føroyska landbúnaðinum.
Hetta viðurkennir løgmaður, og hann kallar tað óheppið, at landbúnaðurin ikki var umboðaður á samráðingunum. Men hann er ikki í iva um, at samráðingarnevndin gjørdi tað rætta.
? Tað hevur verið eitt áralangt stríð bara at fáa ES so mikið sum at tosa um eina fiskivinnuavtalu. Og hevði hendan avtalan ikki komið upp á pláss, hevði tað merkt, at allur føroyskur fiskur, sum varð útfluttur til ES í framtíðini fór at blíva parkeraður í fleiri dagar á keikantum, áðrenn hann kom á marknaðin. Tað hevði verið einki minni enn ein katastrofa fyri føroyska samfelagið, sigur løgmaður og minnir á at fimmogfýrs prosent av føroyska fiskaútflutninginum fer til ES lond.
? Tá ES ímóti endanum á samráðingunum setti fram sum ófrávíkiligt krav, at landbúnaðurin eisini skuldi ganga undir somu treytir, hevði samráðingarnevndin einki val. Tað var prísurin, sigur løgmaður.
Smittað dýr góðkend
Nú er tað so upp til landbúnaðin sjálvan at savna stumparnar saman, tá avtalan kemur í gildi 1. februar.
? Fleiri av ES londunum eru nógv meira lagalig viðvíkjandi dýrasjúkum, enn man til dømis er í Danmark. Fleiri av sjúkunum, sum aðrastaðni verða mettar sum heilt vanligar, eru ongantíð staðfestar í Føroyum. Tá so onkur finnur upp á at taka ein veðr til Føroya, til dømis úr Onglandi, eftir 1. februar, so verður veðrurin kannaður av einum djóralækna har, sum sigur gott fyri honum, hóast hann hevur sjúkur, sum ikki finnast í Føroyum. Dýrið er jú fríkst eftir enskum standardi. Tá veðrurin so kemur til Føroya verður hann hvørki kannaður ella settur í karantenu, men sleptur beint í hagan ella trøðna saman við hinum seyðunum. Tá er smittan longu komin til landið, sigur Bjørn Patursson, formaður í Bóndafelagnum.
? So skal bóndin knaplliga koppseta 400 seyðir fyri smittuna, og tað er ikki heilt bíligt. Harafturat vita vit heldur einki um, hvussu tær vanligu sjúkurnar aðrastaðni ávirka føroyska seyðin, sigur Bjørn Patursson.
Vinnan kann sjálv kanna
Nýggj lóg um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum er løgd fyri tingið. Lógin er ein umfatandi liberalisering av galdandi lóg á økinum og er ein fyritreyt fyri, at avtalan við ES kann koma í gildi. Sambært lógini ber ikki til at krevja at innflutt dýr til dømis skulu í karantenu, tá tey koma til landið.
Kortini eggjar løgmaður landbúnaðinum til sjálvum at syrgja soleiðis fyri, at fleiri sjúkur ikki koma inn í landið.
? Eg haldi, at vinnan eigur sjálv at taka stig til at skipa soleiðis fyri, at øll dýr, sum koma til landið, verða kannað og sett í karantenu her. Føroyski landbúnaðurin kundi tikið seg saman um okkurt slag av eftirliti, sum passandi kundi virka eftir nøkunlunda somu reglum sum verandi eftirlit. Einasti munurin hevði so verið, at tað ikki var landið, men vinnan sjálv, sum stóð fyri eftirlitinum, sigur løgmaður.
Men hetta eftirlitið kann tó ongantíð gerast heilt tað sama kortini, tí tað við avtaluni við ES ikki longur ber til við lóg at krevja kanningar av øllum innfluttum dýrum. Hetta má gerast av einslistum í høvrjum føri eftir 1. februar.