Tað er eitt vanligt sjónarmið at hoyra, at um tað almenna ynskir at fáa fatur á teimum bestu fólkunum, so er neyðugt at rinda teimum eina góða løn, annars missa tey bestu arbeiðskraftina til privata vinnulívið, ið rindar hægri lønir.
Men í yvirlitinum yvir samsýningarnar hjá stjórunum í almennu partafeløgunum, ið ber til at lesa í Vikuskiftis-Sosialinum, sæst at tað serliga eru tey almennu partafeløgini, har landskassin eigur øll partabrøvini, sum ganga á odda við at rinda høgar lønir.
Fýra tey fremstu á listanum, Jan Ziskasen, samtaksstjóri í p/f Telefonverk Føroya, Jóel undir Leitinum, stjóri í p/f Postverk Føroya, Jóhanna á Bergi, stjóri í p/f Atlantic Airways, og Marius Davidsen, fíggjarstjóri í p/f Atlantic Airways, eru stjórar í feløgum, har tað almenna eigur øll partabrøvini og lá samsýningin hjá teimum í 2017 millum 1,2 til 2,2 milliónir krónur.
Tað er fyrst á fimta og sætta plássi, at stjórarnir í P/F Elektron og P/F LÍV Holding, ið landsstýrið eigur saman við øðrum, eru at finna. Ulla Joensen, stjóri í P/F Elektron, er nummar fimm á listanum við eini árliga inntøku á 1.128.000 krónur, meðan Jan Jakobsen, stjóri í P/F LÍV Holding, fær 1.118.520 krónur. Tað er ein millión krónur minni enn tað, ið Jan Ziskasen fekk fyri at vera samtaksstjóri í Føroya Tele í 2017.