Landið hevur longu goldið ein undirsjóvartunnil

Kostnaðurin fyri undirsjóvartunnilin um Vestmannasund er vorðin 155 milliónir dýrari, enn tað upprunaliga varð ætlað

VÁGATUNNILIN

10. desember letur undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi ? Vágatunnilin ? upp fyri ferðslu. Kostnaðurin fyri tunnilin ger hann til størstu verkætlanina av sínum slag hjá landinum nakrantíð.
Í mun til upprunaliga ætlaða upphæddini, er væl meira brúkt
Niels Winther, fulltrúi á Vinnumálaráðnum, upplýsir, at samlaða peninganýtslan til Vágatunnilin verður nú mett til einastaðni millum 275 og 280 milliónir kr. Orsøkin til ókonkreta talið er, at Vágatunnilin skal fremja nakrar gjaldingar íroknað byggirenta, ið goldnar verða beinanvegin, men sum fella til gjaldingar seinni, og virðið verður sostatt ógreitt.
Kostnaðurin av Vágatunnilinum varð upprunaliga mettur til 240, tá gongd varð sett aftur á verkætlanina. Niels Winther upplýsir, at 203 mió. verða nýttar til tunnilsgerð, 31 til vegagerð v.m. og 21 milliónir til annað arbeiði íroknað prosjekt í sambandi við tunnilin. Hetta gevur 255 mió í alt til sjálvt annlegsarbeiðið Vinnumálaráðið hevur fingið upplýst, at samlaða peninganýtslan verður sum nevnt 275-280 mió.
Av hesum pengum eru 160, 3 mió. játtaðar á fíggjarlógini. Restin, umleið 120 mió., verður lánfíggjað til P/F Vágatunnilin við einari vanligari kommersiellari rentu.
Eitt annað tal, ið eisini inngongur í roknistykki, er upphæddin, ið P/F Vágatunnilin hevur fingið afturgoldið fyri Mvg. Sum partafelag fær Vágatunnilin Mvg afturgoldið, og hendan upphæddin svarar til umleið 60 mió. kr., upplýsir Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri. Hesin peningur fellur aftur til partafelagið, sum er Mvg skrásett, og hevur tí rætt til hesar pengar. Nú verður tosað um, at Vágatunnilin skal frítakast fyri Mvg fyri at gera ferðingina bíligari.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur seg ivast í, um P/F Vágatunnilin hevði kunnað fingið Mvg afturgoldið, um so var, at tað varð greitt frá byrjan, at ferðakostnaðurin skuldi frítakast fyri Mvg.

Upprunaliga 230 mió.
Leita vit aftur til 1988, so varð tað eisini planlagdur ein Vágatunnil tá. Hesin sami tunnilin undir Vestmannasund var eitt politiskt ynski, og tí varð farið undir at fyrireika.
Saman við einari norskari ráðgevingarfyritøka gjørdi Landsverkfrøðingurin tá eitt prosjekt, sum skuldi meta um kostnaðin upp á ein undirsjóvartunnil.
Tá varð arbeiðið mett til at kosta 230 mió. íroknað toll/Mvg. Viðmerkjast skal, at tá var eisini alt vegarbeiðið íroknað.
Játtaðar vórðu frá 1987 til 1989 45 mió til verkætlanina.
Táverandi stjórin fyri Landsverkfrøðingin, Henning Jacobsen, upplýsir, at hesir pengar fóru til at fyrireika arbeiði, at gera arbeiðs brúgv, keypa maskinur og amboð, keypa arbeiðsskúrar og annað.
Leggja vit øll tølini saman, íroknað afturgoldið Mvg., so hevur landið higartil goldið 265 milliónir til verkætlanina, og hetta gevur væl meira enn ein undirsjóvartunnil skuldi kosta. Afturat hesum kemur so lántøkan hjá P/F Vágatunnilin áljóðandi umleið 120 milliónir kr.

Leisturin munurin
Henning Jacobsen sigur, at tað eru fleiri ting, sum hann roknar við gera, at tunnilin so nógv dýrari, enn tað upprunaliga varð ætlað.
?Arbeiðsleisturin í hesari verkætlani er øðrvísi enn tann, sum vit ætlaðu, og saman við tíðarspurninginum er hetta nokk tann størsta orsøkin til dýrkanina, sigur Henning Jacobsen.
Í tí upprunaligu ætlanini skuldi arbeiðið taka eini 4 ár. Alt skuldi fíggjast umvegis landskassan. Tað var ikki fyrr enn seinni, at tosað varð um bummpengar og partafelag at fíggja tunnilin.
Tær 230, sum tað upprunaliga varð ætlað, at tunnilin skuldi kosta, vórðu við toll/Mvg, og Hennin Jacobsen minnist, at teir ikki høvdu fingið loyvið til at fáa Mvg. afturgoldið.

<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>