Hvussu ber tað til, at John F. Kennedy, forseti, sáli, vistu so væl um føroyingar? Um framtíðina í Føroyum? Hann, John, doyði fyri meira enn hálvari øld síðani. Og øll í Føroyum grótu. Tí John var sannur Føroyavinur. Hann gav føroyingum eini góð vinarráð. Hann dugdi at spáa - um framtíðina.
Hóast nógvir ráðgevar, so sum sekkjaðir stjórar, eru í Føroyum, lurta føroyingar ikki eftir góðum ráðum.
Og føroyingar lurtaðu heldur ikki eftir ráðunum frá 35.forsetanum í Guds sameindu statum.
Í 1961 segði John F. Kennedy orðini, sum áttu at týtt meira enn Faðir vár í Føroyum, men gera tað ikki.
John segði: spyr ikki, hvat land títt kann gera fyri teg, spyr, hvat tú kanst gera fyri land títt.
97,87 prosent av føroyingum hava ongantíð hugsað so frægt, at tey kunnu gera okkurt fyri Føroyar, annað enn at rýma til Danmarkar.
Føroyingar spyrja ikki, hvat landið kann gera fyri meg, men, hvat landið skal, SKAL, gera fyri meg.
Frælsi, javnaður og brøðralag vóru herrópini hjá einari rørslu, sum fór í langommu sína.
Krøv, mótmæli og misnøgd eru fylkingarmerkini hjá føroyingum bæði í exil og inil.
Ein hvínandi tjóðfuglur kemur at venda ultimo vetur, tjóðsangurin er ein náttúruromantisk bøn, og vit eru, sjálvandi, serstøk tjóð. Men vit kunnu pínadoyð einki gera fyri landið. Landið skal gera alt fyri okkum.
Ansa børnunum, gera handlar í doyggjandi bygdum.
Initiativ. Hvat hundin er tað? Ein býur í russiska partinum av Ukreina.
Onkur gremur seg um, at alt ov lítil mentan er í føroyskum fjølmiðlum. Tað passar ikki, har flýtur yvir av kravmentan hvønn einasta dag. Landið skal hetta, og landið skal eisini hatta og hatta og hatta.
Nú vit hava glataðu tjóðarsálina uppi og venda, kunnu vit tað sama taka við, at so nógvar kappingar eru um ársins hetta og ársins hatta og ársins okkurt heilt annað. Interrós og interherðaklapp, bíligt vín og pinnabitar seinnapart fríggjadag.
Nær innstilla vit og kjósa ársins nøgda føroying? Ongantíð. Nøgdir føroyingar eru ikki til, ikki í Føroyum.
Í Danmark eru nógvir væl nøgdir og væl gøddir føroyingar.
Keypmannahavn er tó ikki sami býur hjá mær, síðani frálíka bjórstovan Plan B stongdi nýggjársaftan í 2011. Eingin planur b er fyri Plan B.
Plagi at standa eina løtu og syrgja við einari sterkari øl úr Irma-handlinum beint við á trappusteininum í Frederiksborggade 48 og minnast Plan B, tá eg eri í Kjøben. Hølið er tómt. Har er einki annað flutt inn. Har vóru ølkranarnir, har stóð plátuspælarin, har er lemmurin niður í kjallaran, har var gamla sofan. Alt er burturi, eisini stuttligu myndirnar, alt. Men uttan iva er sálin, Plan B sálin, har inni enn.
So er at royna okkurt annað. Sunnudagsdjass í Axelborg Bodega til dømis.
Ein tíðarlummi. Djassur sum í fimmtiárunum, winarsnitsil sum í sekstiárinum, stórur sum ein LP-pláta, og eingin, uttan genturnar í barrini og so eg, yngri enn 65.
Undarlig samkoma. Tá eini hjún fara, sigur ein maður við tey, í tí tey fara fram við hansara borði, “tak for i går.”
Ókei, tey kennast og hava verið saman í onkrum góðum gildi í gjár, hugsi eg.
Men tey farandi reagera ikki. Einki “selv tak” haðani. Tey kennast ikki.
Og eg fati so, at maðurin, sum segði “tak for i går,” segði ”tak for, I går.”
Honum dámar einki hesi hjúnini, sum fara. Hví, veit eg ikki, og eg spyrji heldur ikki.
Kona hansara hvessir í hann. Soleiðis ber ikki til at bera seg at. Tað vil hann skíta á.
Eg fari eisini. Eingin takkar fyri tað.
Og eingin planur b er.