Teir flestu politisku flokkarnir hava sínar landsfundir um hesa ársins tíð, og hetta vikuskiftið fara fólkafloksmenn at halda landsfund á Hotel Hafnia.
Óli Breckmann, formaður í Fólkaflokkinum sigur, at landsfundurin mest verður ein samanumtøka.
? Vit fara at tosa um, um tað loysti seg at fara í samgongu, og vit fara eisini at tosa um útlitini fyri framtíðina.
Óli Breckmann sigur eisini, at Fólkaflokkurin má gera upp, hvat kann náast áðrenn løgtingsvalið, sum í seinasta lagið verður í juli mánaði.
Bankamálið spøkir
Eitt mál, sum uttan iva fer at gera seg galdandi á øllum politiskum landsfundum í ár, er bankamálið.
Óli Breckmann sigur, at teir eisini fara at tosa um tað.
? Vit fara at tosa um, um tað er ein møguleiki fyri, um ein avtala um bankamálið kann fáast uppá pláss sum skjótast, og helst áðrenn valið.
Tað hevði verið sera óheppið, um vit fara til løgtingsval og hetta mál ikki er avgreitt, sigur Óli Breckmann, formaður í Fólkaflokkinum.