Landskassin fær 125 mió. krónur meir enn væntað

Tað má verða veitslurómur í Fíggjarmálastýrinum á Argjum eftir at Føroya Banki hevur almannakunngjørt ársroknskapin fyri 1998. Hann vísir eitt avlop uppá 360 mió. krónur áðrenn skatt, og av teimum fær landskassin um 63 prosent

Um onkur møtir Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra í býnum við einum stórum smíli komandi dagarnar, so kann ein orsøk verða, at ársroknskapurin hjá Føroya Banka varð almannakunngjørdur í gjár.

Hann gav Karsteni allar góðar og allar hugsandi orsøkir til at smílast, tí avlopið áðrenn skatt var uppá 360 mió. krónur og av hesi upphædd fær tann altíð svangi kassin hjá fíggjarmálaráðharranum uml. 63 prosent.

Fyri tað fyrsta so hevur nevndin skotið upp, at vinningsbýtið verður uppá 175 mió. krónur. Hetta er heilar 125 mió. krónur meir enn Fíggjarmálastýrið hevði væntað sambært fíggjarlógini fyri 1999. Har var væntað, at Føroya Banki fór at útluta 50 mió. krónur.

Men tað er nú kortini ikki alt, tí Føroya Banki skal, eins og allarflestu aðrar fyritøkur rinda skatt av avlopinum.

Í roknskapinum fyri 1998 stendur, at leiðslan í bankanum hevur roknað seg fram til, at Føroya Banki í ár skal gjalda 53 milliónir í skatti, sammett vð 29 mió. krónur í 1997. Ein øking uppá um 24 mió. krónur.

So alt í alt fær Karsten Hansen eina inngjalding frá Jørn Astrup Hansen og hansara fólki uppá góðar 165 mió. krónur meir enn hann væntaði tá fíggjarlógin varð gjørd.

Í fjør fekk landskassin eisini eina á leið líka stóra upphædd útgoldna. Partapeningurin var tá niðurgoldin við 75 mió. krónum samstundis sum 100 mió. krónur vórðu goldnar afturat.


Hvør snýtti hvønn?

Tað er sagt og skrivað nógv um Føroya Banka og partabrøvini, sum býtt vóru millum Landsstýrið og Den Danske Bank. Um onkur í hesum døgum er farin at hugsa um hvør tað í veruleikanum var, sum snýtti hvønn, tá tað til stykkis kom, so er tað kanska ikki so løgið, um vit hyggja at tølunum.

Alt í alt hevur landskassin goldið umleið hálvatriðju milliard inn í bankarnar, men síðani hevur bankin givið umleið 1,2 mia. í avlopi, so nú er ikki so nógv eftir av tí, sum goldið var.

Verður úrslitið í næsta ár tað, at bankin enn einaferð kann inntøkuføra somu upphædd av burturleggingunum sum í fjør og fyrraárið, so minkar ?mista? upphæddin enn meir.

Leggja vit so tað afturat, sum landskassin fekk við 10. juni avtaluni seinasta ár, so man samantalda úrslitið verða eitt avlop í okkara part. Spurningurin er so, hvussu rætt tað er, at gera slíkar eftirrokningar, tí júst afturføringarnar eru nær tengdar at tí positivu gongd, sum búskapurin hevur verið fyri.

Men tað sær ú til at bankin er komin rættiliga væl fyri seg, og tað frøðir Karsten Hansen. Eingin ivi um tað.