Landskassin átti at fingið 400 milliónir í dag

Av tí at seinasta freist at lata inn og avrokna mvg fyri fyrsta ársfjórðing í ár er útsett til 16. november, missir landskassin umleið 400 milliónir, sum áttu at komið á bók í dag.

Men pengarnir er tó ikki mistir, tí freistin er útsett, og pengarnir koma tí eftir ætlan á bók hjá landskassanum í seinasta lagið 16. november.

Seinasta freist at avrokna mvg fyri fyrist ársfjórðingin í ár átti at verið úti í dag. Men Løgtingið samtykti sum part av hjálparpakkanum til vinnuna í sambandi við koronasmittuna at útseta freistina.

Á Taks siga tey tó, at tey, sum ynskja, kunnu tó framhaldandi avgreiða mvg til vanliga tíð, bæði lata mvg-uppgerð inn, rinda mvg og fáa mvg afturborið.

Uppgerð og avrokning av mvg fyri 2. og 3. ársfjórðing skal gerast til vanligu freistirnar, sum í ár eru 24. august fyri 2. ársfjórðing og 10. november fyri 3. ársfjórðing.

Átakið við at útseta gjalding av MVG er sambært lógaruppskotinum mett at geva vinnulívinum ein gjaldsskáa upp á 400 milliónir krónur.