Landskrona ger um seg

Sjey av teimum ellivu, sum vóru við til at vinna á Eysturríki í 1990, hava seinastu vikurnar gjørt um seg í fremstu røð

 

VETERANAR


Eitt fótbóltslív í fremstu røð man í miðal liggja um eini tólv ár. Hjá teimum flestu tekur tað sína tíð at koma á toppin. Summir gevast, meðan teir eru á toppinum, aðrir duga at trappa spakuliga niður, og so eru tað teir, sum gevast fleiri ferðir, men sum ikki kunnu halda seg burtur frá fótbóltinum ella um av øðrum verða kroystir at fara uppí aftur.

Orsøkirnar eru ivaleyst ymiskar, men tað er ein veruleiki, at síðani summarsteðgin hava sjey av teimum ellivu, sum í 1990 vóru við til at vinna 1?0 á Eysturríki, tikið lut í bestu deildini í Føroyum.

1?0 sigurin í Landskrona 12. september í 1990 verður framvegis mett at vera størsta sensatiónin í fótbólti yvirhøvur í øllum heiminum og til allar tíðir.

Hetta mikukvøldið hevði Páll Guðlaugsson valt hesar ellivu at umboða Føroyar: Jens Martin Knudsen ? Julian Hansen, Mikkjal Danielsen, Jóannes Jakobsen, Tummas Eli Hansen, Jan C. Dam ? Allan Mørkøre, Abraham Hansen, Torkil Nielsen, Kári Reynheim ? Kurt Mørkøre.

Eingin útskifting varð framd, og tí sótu á beinkinum allar 90 minuttirnar Kaj Leo Johannesen, Poul Enok Hansen, Magni Jarnskor, Jens Erik Rasmussen og Gunnar Mohr. Tá í tíðini var landsliðið mannað við sekstan og ikki átjan spælarum, sum ásetingarnar nú siga er mest loyvda talið.

Jens Martin hevur alla tíðina síðani spælt í fremstu røð, og nú umboðar hann sama felag, sum hann gjørdi í 1990. Í kvøld skal hann verja NSÍ málið ímóti HB.

Sunnudagin var Jan C. Dam á B68 miðvøllinum, og Kurt Mørkøre skoraði eitt mál fyri KÍ ímóti B71. Í tí dystinum setti Kári Reynheim seg sjálvan á B71 liðið beinanvegin eftir steðgin. Tá vágamenn av øllum alvi stríddust fyri at varðveita leiðsluna ímóti B36, varð Torkil Nielsen settur inn. Torkil skoraði einasta málið í Landskrona fyri ellivu árum síðani. Ta ferðina syrgdi hann sjálvur fyri møguleikanum, og sunnudagin var um reppið, at superveteranurin aftur gjørdist stóri málskjúttin, men royndin fór dygst skeivu megin stólpan.

Allan Mørkøre er framvegis á landsliðnum, og tað er møguleiki fyri, at hann í kvøld fer at stríðast ímóti einum av hinum miðvallarunum frá Landskrona tíðini. Tá NSÍ vann 2?1 á KÍ, var Abraham Hansen, sum nú eitur Løkin, mitt á miðvøllinum, og har verður hann kanska eisini í kvøld.

Jóannes Jakobsen hevur ikki spælt í ár. Men næstsíðsta sunnudag var hann á dómaraseðlinum, tá B68 var á Sandi. Hann var eykamálverji, men kom ikki inn.

Tummas Eli Hansen plagar at hjálpa B36 í 3. deild, meðan Julian Hansen og Mikkjal Danielsen gera lítið við fótbóltin.


Virkin bonkur

Tað er eisini áhugavert at staðfesta, at fleiri av teimum fimm, sum vóru á beinkinum fyri ellivu árum síðani, framvegis eru í fremstu røð. Her verður ikki minst hugsað um Magna Jarnskor, sum framvegis hevur orku at renna sum eingin annar, og sum er liðformaður hjá GÍ, og um Jens Erik Rasmussen, sum spælir við Leiftri í Íslandi. Har hevur hann sama venjara, Páll Guðlaugsson, sum hann hevði á landsliðnum fyri ellivu árum síðani.

Poul Enok Hansen doyði longu 16. desember í 1991. Gunnar Mohr er toppskjútti hjá HB í 2. deild, har Kaj Leo Johannesen ofta er málverji.

Kanska hevði tað verið eitt hugskot, at okkurt av yngru landsliðunum bjóðaði Landskrona hetjunum av. Tak meg ikki í tí, men tað hevði neyvan verið so stórur munur.