Í morgin eru 30 ár síðani minniliga 1-0 sigurin hjá Føroyum í Landskrona í Svøríki.
Føroyar koppaðu Eysturríki í EM-undankappingardysti, fyrsta dystinum Føroyar spældu í einari altjóða kapping.
Klokkan 15 til 17 í dag verður ein serlig sending á FM1, har reportarnir hjá FM1 - Árni Gregersen verður sjálvur annar - fara at práta við spælarar og aðrar sum vóru partur av landsliðshópinum í 1990 og 1991. Hin reportarin verður Tróndur Arge.
Ætlandi verður eisini ringt til onkra Landskrona-hetju, ið ikki fær verið í Føroyum til 30 ára dagin, og landsliðssangir verða eisini spældir.