Landslæknin sjúkrameldaður

Tað er nú stýrið fyri sjúklingatrygd í Danmark, sum røkir embætið sum landslækni í Føroyum

Landslæknin í Føroyum, Lars Fodgaard Møller, er sjúkrameldaður frá í dag, og sostatt er maðurin, sum stendur á odda í stríðnum ímóti korona í Føroyum, nú settur út av spælinum í eina  tíð.

Hinvegin er tað nú stýrið fyri sjúklingatrygd í Dammark, sum røkirr landslæknaembætið í Føroyum.

Men  tey leggja afturat, at landslæknin hevur ikki korona, tað er ikki tí at hann er sjúkrameldaður

Tey siga, at stýrið fyri sjúklingatrygd fer at tryggja sær, at landsklæknaembætið er í tryggum hondum, og tað gera tey við at dúva upp á serkunnleika í skipanini, siga tey í tíðindaskrivi

 

"