Landslæknin er eftir samskifti við íslendskar myndugleikar komin til ta niðurstøðu, at eingin heilsuvandi er fyri føroyingar av øskuni frá gosinum í Íslandi. Í Íslandi hava tey gjørt ta meting, at tað bara er neyðugt við atgerðum í økjunum í námd av gosinum. Meginparturin av Íslandi, eitt nú Reykjavík, Akureyri og Seyðisfjørður, er heilt uttanfyri vandaøkið.
Landslæknin ger eftir hetta ikki fleiri viðmerkingar um øskuna frá gosinum í Íslandi.