Landsliðið á La Manga

Í hesum døgum er ein ung útgáva av føroyska fótbóltslandsliðnum á venjingarlegu í La Manga í Spania.

Sum vant er føroyska fótbóltslandsliðið á venjingarlegu í Spania í februar mánað. Landsliðshópurin fór av landinum um vikuskiftið, og aftur í ár gongur leiðin til La Manga í Spania.

Nógv nýggj andlit
Í 20-mans stóra hópinum var ein rúgva av nýggjum andlitum í landsliðshøpi. Nógvir av vanligu stuðulsleikarunum eru ikki við á ferðini, og tí verður venjingarlegan heldur nýtt sum eitt høvi hjá landsliðsvenjaranum, Henrik Larsen, at hyggja nærri at summum av teimum, ið banka upp á landsliðsdyrnar.
Talan er fyrst og fremst um ungar leikarar, ið teir allarflestu hava roynt seg á ymiskum ungdómslandsliðnum hjá FSF.
Í mun til undanfarin ár verður tí heldur ikki lagdur stórur dentur á venjiingardystir á venjingarleguni, tí bert tann eini er á skránni. Hann verður á skránni fríggjadagin, tá ið landsliðshópurin skal royna seg móti norska tippeligaliðnum HamKam, sum hevur navnframa Ståle Solbakken sum venjara.