Sunnudagin bilvu dystirnir framskundaðir til tíðliga seinnapartin, so landsliðsspælararnir kundu fara við flúgvaranum til Danmarkar, har landsliðið skal spæla venjingarlandsdyst í Herning mikukvøldið.
Landsliðið vandi í gjár á Vildbjerg Stadion. Millum spælararnar var Jóan Símun Edmundsson, sum seinastu tíðina hevur verið í yvirskriftunum í Bundesliguni, har hann hevur bæði spælt og skorað.
Ein spælari, sum ikki er við, er Gunnar Nielsen. Landsliðsmálverjin hevur saman við Kaj Leo í Bartalsstovu rent seg í harðar sóttarhaldsreglur, sum gera at tað ikki loysur seg at verða við hesaferð. Teir spæla báðir í Íslandi. Tí skal nýggjur málverjin finnast og higartil hevur Teitur M. Gestsson verið fyrsti avloysari.
Nýggir á liðnum hesaferð eru Jóan Símun Edmundsson, Gilli Rólantsson og Rógvi Baldvinsson, sum allir sótu yvir við skaða í farnu landsliðssamling. Teir koma ikki at spæla allir tríggjar dystirnar á tamb.
-Tað er kanska nakað tíðliga hjá Jóan Símuni, Gilla og Rógva at koma á landsliðið og spæla fleiri dystir, men av tí at vit hava eitt nýtt set-up og nýggjar umstøður, so haldi eg tað er týdningarmikið, at vit fáa so nógvar spælarar við sum gjørligt hesa báðar fyrstu samlingarnar, sigur Håkan Ericson, landsliðsvenjari hjá Føroyum.
Føroyar spæla móti Danmark í Herning í morgin, mikudagin, klokkan 17. In.fo hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.
##ms##