Landsliðsmiðverji er skaddur

Triðja umfar á rað fer B36 í dag úr Gundadali

Seinnapartin fara teir í árstalsfelagnum í Gundadali aftur út at ferðast. Tvey tey seinastu umførini hava teir verið á bygd, og tað hevur hilnast væl. Eftir 3-0 í Fuglafirði og 3-0 í Streymnesi skal B36 seinnapartin spæla á Argjum.

Tá ið AB í øðrum umfari var gestur í Gundadali, endaði tað við 3-0 heimasigri – so tað snýr seg nógv um trítabellina hjá B36!

AB bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum. Tríggjar tær síðstu ferðirnar er tað endað tvær ferðir 1-1 (ímóti EB/Streymi og TB) og seinast endaði tað við 3-2 heimatapi ímóti NSÍ, sum skoraði sigursmálið, tá ið tað restaðu tríggir minuttir.

Hjá AB eru Filip í Liða og Hans Jákup Anfinnsson framvegis langtíðarskaddir. Jón Krosslá Poulsen er eisini á skaðalistanum. Hann er darvaður av knæskaða. Rógvi Poulsen er leikbannaður, og Asbjørn Heðinsson er tøkur aftur eftir leikbann.

Tá ið B36 fríggjakvøldið í síðstu viku vann 3-0 í Streymnesi var Sonni Ragnar Nattestad ikki við í seinna hálvleiki. Hann var darvaður av skaða í hælsinuni. Tað er orsøkin til, at landsliðsmiðverjin ikki verður við ídag. Erling D. Jacobsen, sum eisini er miðverji, er framvegis skaddur, og miðvallarin Eli Falkvard Nielsen er leikbannaður. Hugin Samuelsen er tøkur aftur, og tað er ivasamt, um Ragnar Samuelsen verður førur fyri at spæla.

AB hevur ikki vunnið á heimavølli ímóti B36 síðani 2013. Síðsta stigið ímóti B36 inni í Vika vann AB 19. august 2018, tá ið tað endaði 1-1.