Tað tykist at vera ein farin tíð, at landsliðsspælararnir í fótbólti halda frí frá høvuðsítróttargreinini frá síðsta landsdystinum í oktober og til eina ferð í januar. Summir av spælarunum plaga at spæla hondbólt hesar mánaðirnar, men komandi ár verður tað trupult at fáa fótbóltin at passa saman við vetrarítróttargreinum.
Síðsti landsdysturin í ár verður spældur í innandura høll í Svøríki 15. november. Í januar komandi ár skal landsliðið spæla á útivølli ? í innandura høll! ? í Noregi, og í mars komandi ár skal landsliðið spæla tveir HM undankappingardystir á útivølli.
Við at kaga í skránna kunnu vit staðfesta, at fótbóltsárið, sum landsliðsspælararnir nú eru farnir undir, verður langt og ógvuliga langt.
Kenna sítt pláss
Tað gekk skjótt fyri seg, tá umboðini fyri Føroyar og hini londini í okkara HM undankappingarbólki hittust í Zürich fríggjamorgunin. Tað var ikki komið til frokosttíð ella morgunmatartíð, sum tað eitur á føroyskum, tá hvíti roykurin sást, tí skráin fyri tey bæði komandi árini var komin upp á pláss.
Ísak Mikladal, Jens Erik Magnussen og Allan Simonsen umboðaðu Fótbóltssambandið, og teir høvdu frammanundan fingið ábendingar um, hvussu onnur, sum í altjóða fóðbólti viga meiri enn Føroyar, kundu hugsað sær, at skráin fór at síggja út, tí t.d. hevði Russland sent mótstøðulondunum eitt yvirlit, har teir boðaðu frá, hvussu teir vildu hava sínar dystir lagdar.
Føroysku umboðini hava fleiri ferðir ásannað, at tað er ikki teirra leiklutur at spæla fyrstu violin á sovornum fundum sum tí fríggjamorgunin, og soleiðis var tað heldur ikki hesa ferð.
Bara eina ferð heima
Skráin kundi verið óhepnari løgd fyri Føroyar, enn hon gjørdist, men tað er eingin loyna, at føroysku umboðini fingu ikki tvey av høvuðsynskjunum ígjøgnum, sum teir fóru av landinum við. Hinvegin er tað hugaligt, at fyrsti dysturin verður á heimavølli móti Slovenia.
Føroyingar fara ivaleyst at kenna hópin meiri til fyrsta mótstøðuliðið, tá teir koma higar at spæla 3. september, enn vit gera nú, tí Slovenia fer at taka lut í EM endaspælinum í Hollandi og Belgia í summar. Og so er loyvt at vóna, at slovenararnir vera úttúraðir av EM endaspælinum og av, at teir so at siga ikki hava havt summarfrí, tá teir koma til Føroyar.
Annað ynskið hjá føroysku umboðunum í Zürich var, at tveir ella tríggir dystir skuldu spælast í Føroyum í ár. Í tí sambandinum var tað eisini eitt ynski, at ein dystur varð spældur í Føroyum longu fyri summarsteðgin. Tað verður bara ein undankappingardystur í Føroyum í ár, og hann verður leygardagin 3. september. Allir dystardagarnir, sum av FIFA vóru ásettir frammanundan, vóru eftir summarfrítíðina. Tað plagar kortini at bera til at flyta onkran dystin framum, men tað eydnaðist ikki hesa ferð. Hetta komst m. a. av, at Jugoslavia og Slovenia skulu luttaka í EM endaspælinum, og av at onkur av hinum londunum longu frammanundan høvdu avtalað venjingardystir undan summarfrítíðini.
Stórt trýst
Hitt ynskið var, at Føroyar skuldu sleppa undan at spæla í undankappingini tíðliga á árinum. Tað eydnaðist ikki at sleppa undan dystum í mars, og tað setur stór krøv til.
Føroyar skulu spæla í Luksemburg 24. og í Russlandi 28. mars, og tað er spell. Tí hóast landsliðsspælararnir í Noregi og Danmark fara undir landskappingarnar í mars, so er tað einki at siga til, at spælararnir heima á landi og teir í Íslandi ikki eru í fullgóðari dystarvenjing í mars, tí tað verður ikki farið undir heimligu landskappingina og ta íslendsku fyrrenn um mánaðarskiftið apríl/mai.
Føroyar hava bara eina ferð áður spælt landsdyst í mars. Tað var í fjør, og málleysi javnleikurin ímóti Andorra varð ikki hildin at vera nakað serligt.
Tí sigur tað seg sjálvt, at komandi vetur skal nógv orka brúkast upp á landsliðsfótbóltin. Tað hevði ivaleyst komið væl við hjá spælarunum, um teir kundu hildið frí frá fótbóltinum í november, men tað ber ikki til, tí tá skulu teir spæla í Svøríki.
Dystirnir í Svøríki í november og tann í Noregi í januar verða fyrireikingardystir til undankappingardystirnar í mars. Men skal full nytta fáast burturúr, so er tað neyðugt, at landsliðið fer á venjingarlegu t.d. í mars, og tað er nevyan óhugsandi, at venjingarlegan verður longri, enn hon higartil hevur verið.
Hetta hevur alt við sær, at tað eru nógvir lutir, sum skulu fáast upp á pláss, og vit kundu ímynda okkum, at hetta er nakað, sum FSF beinanvegin fer at arbeiða við. Eitt er, at útreiðslurnar í sambandið við landsliðið verða nógv størri, enn tær hava verið. Eitt annað er, at landsliðsspælararnir, umframt bara at fáa frí frá fótbóltinum onkra vikuna í summar og so aftur á sumri í 2001, skulu brúka nógv meiri arbeiðs? og skúladagar upp á landsliðið, enn teir higartil hava gjørt. Og eitt triðja er, at feløgini í Føroyum og í útlandinum skulu lata landsliðsspælararnar frá sær í longri tíð, enn tað higartil hevur verið vanligt.
Hetta er eitt puslispæl, sum tað fer at krevja ikki so lítið at fáa lagt, men sjálvandi ber tað til at fáa tað at ganga upp.
Plettskotini
Sum tað varð nevnt í blaðnum leygardagin, so fer landsliðið at gera tveir dystir á útivølli burturav sær longu í heyst, tá dystirnir í Sveits og Jugoslavia eru á skránni ávikavíst 7. og 11. oktober. Hetta er um somu tíð, sum føroyingar í fjør spældu í Kekkia og í fyrraárið í Litava og í Skotlandi. Avrikini og úrslitini tær ferðirnar vístu, at landsliðið er væl fyri, tá landskappingin akkurát er lokin.
Í fjør lá væl fyri, tá Skotland og Bosnia vitjaðu í juni, og vit hava loyvi at droyma, at tað fer at hilnast eins væl, tá Sveits og Jugoslavia fara at vitja á hásumri í 2001. Sveits fer at vitja í Føroyum fyri fyrstu ferð nakrantíð 2. juni, og Jugoslavia, sum 6. oktober í 1996 vann 8?1 á Svangaskarði, vitjar aftur her 6. juni í 2001.
Í fjør skarst illa í landsdystunum fyrst í september, tá Estland og Litava vitjaðu, men tað átti at verið besta landsliðstíð í Føroyum í hesum mánaðinum. Í 2001 verða aftur tveir landsdystir í Føroyum fyrst í september, og sambært styrkislistan hjá FIFA, so verður tað besti møguleikin av fáa stig í nýggju undankappingini, tá Luksemburg kemur henda vegin 1. september.
Russland vann 5?2 á Svangaskarði 6. september í 1995. Tað verða snøgg fimm ár millum fyrstu og aðru vitjanina hjá russarum í Føroyum. Heimadysturin móti teimum er ásettur at verða 5. september í 2001.
Síðsti dysturin verður niðri í Slovenia 6. oktober í 2001, og tá eiga fyritreytirnar at fara at verða tær somu, sum tær verða komandi heyst. Stóri spurningurin viðvíkjandi tí dystinum fer at verða, um slovenarar tá fara at hava møguleika at vinna eitt pláss í endaspælinum. Um teirra leiklutur verður útspældur frammanundan, so verða fyritreytirnar hjá føroyingum fyri góðum úrsliti ikki verri. Men tað er sjálvandi nakað tíðliga at meta um hetta longu nú!
Vánaligar royndir í november
Tað kemur væl við, at eingin undankappingardystur er á skránni í november, tí tær báðu ferðirnar, tá undankappingardystir hava verið á skránni í november, hevur tað skorist illa.
Fyrra ferðin var 16. november í 1994 í Helsingfors, tá Finnland vann 5?0, og seinna ferðin var 15. november í 1995 í Grikkalandi, tá vertirnir vunnu 5?0. Í báðum 5?0 sigrunum sást tað í 2. hálvleiki, at føroyingarnir so seint á árinum ikki høvdu orku at stríðast í 90 minuttir. Í Finnlandi var støðan 1?0 í steðginum, og í Grikkalandi var málleyst inntil seinna umfarið var hálvrunnið.
Hvussu november fer at hilnast í ár fáa vit at síggja, tá landsliðið fer at spæla innandura í Svøríki. Uttan mun til hvussu tað fer at skerast har yviri, so er tað kærkomið, at stig í undankappingini ikki fara at standa upp á spæl tá.